Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Klein og Bendar Spónir á G!

Hugdi tekstin ígjøgnum og rættaði okkurt lítið. Her er tann rættaði, um tú ikki longu hevur sent til miðlarnar: 

Útgávuaktuellu Bendar Spónir og Kaj Klein eru eitt sera spennandi samstarv, ið vit gleða okkum at hoyra á G! Festival í ár.

Tá Bendar Spónir fyrr í ár fóru til Toustrup Mark í Jútlandi at spæla inn eina útgávu við vestmenninginum Kaj Klein, so skaptist okkurt gandakent, tí hetta var eitt samstarv, ið bara biðaði eftir at henda.

Úrslitið er ein útgáva, ið verður givin út seinni í ár, eitt verk við 10 sangum, ið Kaj Klein hevur skrivað og sum hann hevur sett út og spælt inn saman við Bendum Spónum. Á G! verður fyrsta høvið hjá okkum at uppliva hesi nýggju og spennandi løg.

Kaj Klein, ið telist millum okkara mest sermerktu og dugnaligu sangarum og sangskrivarum, hevur sínar røtur í Vestmanna. Hann gjørdi um seg í bólkinum Plastnoist í 80’unum og 90’unum, men tað er serliga sum solistur, við trimum framúrskarandi útgávum, at Kaj veruliga hevur blómað. 

Kaj hevur áður spælt saman við havnarbólkinum Mold, men eisini saman við júst Bendum Spónum, hetta hendi á sumri 2013 í Sirkus. Kaj dámdi somikið væl samstarvið, at hann avgjørdi, at teir skuldu spæla okkurt inn saman, men tað er ikki fyrr enn í ár, at tað hevur ligið fyri hjá øllum.

Samstarvið við Bendar Spónir hevur verið ávegis í fleiri ár. Beiggi Kaj, Karl Anton Klein, sáli, arbeiddi við nógvum av teimum ungu tónleikarunum í Havn, m.a. við undirvísing á Margarinfabrikkini.

Bendar Spónir er ein bólkur av ungum monnum úr Havn, ið hevur spælt saman í áravís. Fyrra árið gav bólkurin tvær LP’ir út. Eina við sínum egna instrumentala tónleiki, og eina saman við Kára Sverrissyni. Báðar vóru væl móttiknar og serliga tann saman við Kára varð spæld nógv í útvarpi.