Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Klein í andglettinum

Nýggja fløgan hjá Kaj Klein kemur í handlarnar 9. januar. Útgávukonsert verður í Sjónleikarhúsinum mikukvøldið 11. januar kl. 20.

"í Andglettinum" er seinasta fløgan í eini trilogi. Í 2005 kom út "Hálvt frá hálsi" við nýtulkingum av føroyskum klassikarum, í 2007 "úr Maskinrúminum" við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen og nú kemur seinasta fløgan í røðini, "í Andglettinum". Hesuferð er tað Kaj sjálvur, sum hevur skrivað alt tilfarið.

ÚTGÁVUKONSERT Í SJÓNLEIKARHÚSINUM

Útgávukonsert verður í Sjónleikarhúsinum í Havn mikukvøldið 11. januar, har Kaj við orkesti fer at framføra løg frá nýggju fløguni, umframt aðrar klassikarar úr skjáttuni.

STERK MANNING

Á fløguni og á konsertini skillar Kaj upp við einum sterkum liði.

Kaj Klein: Sang, guitar.

Palle Hjorth. Orgul og tangentar

Rune Kjeldsen Guitar

Henrik Poulsen: Bass

Søren Poulsen: Trummur og slagverk.

Maria Guttesen og Lene Drachmann: røddir og slagverk.

Umframt at spæla við Kaj Klein spæla Palle Hjorth og Rune Kjeldsen eisini við the Savage Rose. Henrik Poulsen og Søren Poulsen spæla eisini við Peter Sommer. Eisini er eingin minni enn Maria Guttesen kórgenta Tílskil er lagt upp til eina forkunnuga konsert við nýggjum føroyskum tónleiki og tónleikarum í serflokki.

Atgongumerki til konsertina eru at fáa í Tutl á Káta Horninum.

UM KAJ

Hóast Kaj Klein kanska ikki er nakað húsarhaldsnavn í Føroyum hevur hann sera tøtt og sterk bond við tónleikalívið í Føroyum. Vit kenna øll hansara drúpu og karráu rødd frá barnafløguni Nósi, har hann syngur Busta tenn og Vestan fyri Mykines og vit kenna hansara melodiska gittarspæl frá perlum sum Sorgblíða Vestmanna frá hansara fyrsta solobandi Skot í 1986. Kaj, sum saman við bróðuri sínum Karl Anton Klein, sála, stóð á odda fyri legendariska undirgrundsbólkinum Plastnoist hevur ríkað føroyska tónleikalívið, bæði við solofløgum og sum studioteknikari og produsari hjá t.d. Mold og maður:glotti. Hann gevur nú sína fjóðru solofløgu út.

Meira fæst at vita við at vitja www.kajklein.com ella at venda sær til info@kajklein.dk