Kaj Klein í andglettinum
Navnframi vestmenningurin Kaj Klein er á veg á marknaðin við spildurnýggari fløgu. Fløgan eitur "í Andglettinum", og kemur út í januar. Útgávukonsert verður í Sjónleikarhúsinum.
Hóast Kaj Klein kanska ikki er nakað húsarhaldsnavn í Føroyum hevur hann sera tøtt og sterk bond við tónleikalívið í Føroyum. Vit kenna øll hansara drúpu og karráu rødd frá barnafløguni Nósi, har hann syngur Busta tenn og Vestan fyri Mykines og vit kenna hansara melodiska gittarspæl frá perlum sum Sorgblíða Vestmanna frá hansara fyrsta solobandi Skot í 1986. Kaj, sum saman við bróðuri sínum Karl Anton Klein, sála, stóð á odda fyri legendariska undirgrundsbólkinum Plastnoist hevur ríkað føroyska tónleikalívið, bæði við solofløgum og sum studioteknikari og produsari hjá t.d. Mold og maður:glotti. Hann gevur nú sína fjóðru solofløgu út.
TRILOGI
"í Andglettinum" er seinasta fløgan í eini trilogi. Í 2005 kom út "Hálvt frá hálsi" við nýtulkingum av føroyskum klassikarum, í 2007 "úr Maskinrúminum" við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen og nú kemur seinasta fløgan í røðini, "í Andglettinum". Hesuferð er tað Kaj sjálvur, sum hevur skrivað alt tilfarið.
STERK MANNING
Manningin á nýggju fløguni er ikki hvør sum helst – umframt Kaj sjálvan, so er talan um tónleikarar, sum annars spæla við m.a. Savage Rose, Peter Viskinde og Peter Sommer.
ÚTGÁVUKONSERT
Útgávukonsert verður í Sjónleikarhúsinum í Havn mikukvøldið 11. januar, har Kaj við orkesti fer at framføra løg frá nýggju fløguni, umframt aðrar klassikarar úr skjáttuni.