Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kaj Andreasen & Co: Rógva aftur á gamlar leiðir

Tað hava verið mangar tillagingar í vøruúrvalinum upp gjøgnum mongu árini, síðani fyritøkan sá dagsins ljós í 1979.

Kortini hevur tað altíð verið ein miðvís ætlan, at fáast við trygd og at selja útgerð til fyribyrging og annað.

Tískil er gjørt av, at nú verður aftur meira sett fokus á trygdina á sjónum og at selja útgerð í tí sambandi.

Tað eru stór lógarfest krøv til ymsu støddirnar á bátum, so nú vilja vit aftur taka henda táttin upp og gera meira á økinum.

Vit hava nærlisið krøvini og kunnu staðfesta, at hesi eru rættiliga viðkomandi og ein nattúrliga partur av okkara vøruskrá.

Veitarin hjá okkum hevur drúgvar royndir á økinum, sum vit kunnu føra víðari til okkara kundar.

Vit fara leypandi at hava nærri kunning um úrvalið á okkara heimasíðu og okkara Facebook síðu:

http://www.andreasen.fo/news-utgerd+til+sjogvin.htm

www.facebook.com/#!/Kaj.Andreasen.Co?fref=ts

Her er leinkja til lógina, ið vísir, hvør útgerð er kravd:

http://www.logir.fo/foldb/llofo/2006/0000025.htm

Vit vóna, at væl verður tikið undir við hesum, nú vit rógva aftur á gamlar leiðir.

Kaj Andreasen & Co

Handilin við tí fjølbroytta úrvalinum