
Kafékvøld við Tóroddi Poulsen á Býarbókasavninum
Týsdagin 16. mai skipar Býarbókasavnið í Havn fyri kafékvøldi, har Tóroddur Poulsen verður gestarithøvundur.
Tíðindaskriv:
Tóroddur Poulsen, skald og fjøllistamaður v.m., býr í Danmark, og tí er hetta eitt serstakt høvi hjá føroyingum í Føroyum at hoyra hann lesa upp sínar egnu yrkingar og práta um ymiskt, sum upptekur hann í hansara virkna og fjølbroytta listaliga virksemi.
Kafékvøldið verður týskvøldið 16. mai kl. 19-21, og tað er ókeypis atgongd. Arnbjørn Ó. Dalsgarð, býarbókavørður, er vertur.
Býarbókasavnið