KAF og Havnar Arbeiðarafelag gjørt avtalu um starvsfólk á Brennistøðini
Seinnapartin týsdagin skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Havnar Arbeiðarafelag undir avtalu um starvsfólk á Brennistøðini, ið starvast við evju-súgvarum í Tórshavnar kommunu.
Talan er um avtalu, ið áður var gjørd millum Tórshavnar Kommunu og Havnar Arbeiðarafelag.
Avtalan byggir á sáttmálan millum Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Soleiðis verða øll viðurskifti, sum ikki eru greitt ásett í avtaluni partanna millum at fylgja sáttmálanum, sum Havnar Arbeiðarafelag hevur við Føroya Arbeiðsgevarafelag.