
KAF - Loysið trætuna
Heldur enn at skriva kunningarskriv, átti og eigur KAF at brúka alla orku at fáa enda á arbeiðsósemjuni á dagstovnaøkinum.
At samanbera serkrøvini hjá feløgunum í Fakfelagssamstarvinum gevur onga meining. Bert tvey av feløgunum hava sáttmála við KAF, umframt at stórur munur er á sáttmálaøkjunum hjá feløgunum.
At Pedagogfelagið var fyri vanbýti í semingini svitast ikki, tað er ein av høvuðsorsøkunum til støðuna í dag.
Tað er óskilligt, at KAF brúkar úttalilsir frá øðrum enn nevnd Pedagogfelagsins í kunningarskrivi. Hetta er at flyta fokus og grugga málið enn meira.
Fakfelagssamstarvið mælir staðiliga KAF og formanni Kommunala Arbeiðsgevarafelagsins at loysa ósemjuna alt fyri eitt.
Fakfelagssamstarvið