Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kærleika - eisini til næstan – ikki einans til sjálvan seg

Longu sum barn sá og upplivdi eg munin millum Kristusar næstakærleiks- og Antikristusar eginkærleikslæru og harav góðu og vánaligu fylgjunum, ið stóðust av hesum báðum grundsjónarmiðum eisini í politiskum høpi. Hesin munurin ger seg eisini galdandi dagin í dag, kanska í nógv størri mun enn áður.

Tú kundi tá skjótt fata og síggja í praksis, at tey meira sosialt orinteraðu høvdu eyga fyri teimum mongu, sum høvdu brúk fyri eini hjálpandi hond: einkjum og faðirleysum – gomlum og sjúkum og øðrum við, sum livdu á lívsins skuggasíðu. Næstakærleiki í praksis.

Vit sóu og upplivdu, hvussu næstakærleiksboðskapurin varð praktiseraður, meðan antikristsviðhaldsfólkið á høgravongi gálvaðu og løgdu forðingar fyri hjálpuni. Og enn standa hesu somu í kø og siga: Vit eru frelst við trúgv. Gerningar hava als einki at siga. Ein avnoktan av hægsta boði, og av Jákupi, ið sigur, at trúgv uttan gerningar er deyð, og av frágreiðingini um á evsta degi, har m.a. stendur, at alt tað, tit hava gjørt móti einum av mínum teimum minstu, tað hava tit eisini gjørt móti mær, meðan tað mótsetta, at tað tit ikki hava gjørt fyri ein av mínum teimum minstu, tað hava tit heldur ikki gjørt fyri meg. Tey, ið hava framt góðu gerningarnar skulu inn í Ríkið saman við Honum, meðan hini skulu út í Myrkrið stendur eisini skrivað. Mann skal vera óalmindiliga heiðin og antikristvinarliga ávirkaður, um mann ikki skilir frammanfyristandandi. Og um mann framvegis tvíheldur um nonsensútsøgnina: Frelstur við trúgv – gerningar hava onki at siga - så lades alt håb ude, sum danir plaga at siga í slíkum førum.

Politisk eru tey flestu, ið ikki góðtaka næstakærleiksgerningar heimahoyrandi í Fólkaflokkinum ella millum onnur ekstremt høgravend, sum byggja alt virksemi á: eg, meg og mítt. Tað er bert tann alvorligi vandin við stríðnum fyri Mammon og øllum jarðiskum virðum, at endaúrslitið kann gerast ræðuligt - tí skrivað stendur eisini: Hvat gagnar tað manni, um hann vinnur allan Heimin, men má bøta við sál síni?** Vónandi skilja fleiri – hví høgravend brúka so stóra orku upp á, at tilræna teimum múgvandi meira, meðan tey minnimentu verða við sviðið so. Hetta er í fullum samsvari við høgraradikala antikristna læru og linju. Óskiljandi at tey sleppa at halda áfram við svikinum nærum uttan mótstøðu. Vit eiga og kunnu seta teimum fótin í hurðina.

Málið má vera, skjótast tilber at koppa antikristskósini og seta næstakærleikskósina í hásæti.

Dagfinnur Danbjørg.