Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kæra um nólsoyarsiglingina

Strandfaraskip Landsins

Bogi Mortensen, stjóri

Johan Dahl

Landsstýrismaður við samferðslumálum

Staðbundna Nólsoyarnevndin hevur heitt á borgarstjóran at senda eina grundgivna áheitan til Strandfaraskip Landsins og landsstýrismannin við ábyrgd av samferðslumálum, við kæru um ta tænastu, nólsoyingar í løtuni fáa frá SSL.

Nevndin heldur, at ferðasambandið er ov vánaligt og ikki nøktandi fyri nólsoyingar og onnur ferðafólk.

Støðan er tann, at hvørja ferð nakað er galið við Teistanum – og tað er ofta – verður Ternan tikin til flutning um Skopunar- og Hestsfjørð. Longu í apríl varð boðað frá, at um miðjan august fór Ternan at verða tikin úr nólsoyarsiglingini heilt út ímóti november. SSL eigur ikki líkinda avloysaraskip og metti tað ikki neyðugt at leiga annað egnað skip at avloysa Ternuna, men beyð nólsoyingum tveir rundferðarbátar, Silju Star og Froy, til siglingina.

Hesir bátar eru ov smáir til siglingina. Aldan kann verða stór í Nólsoyarfirði um veturin, og fólk kenna seg ikki trygg at ferðast við so smáum bátum í ringum veðri. Umleið fimti fólk skulu hvønn morgun inn til Havnar í skúla og til arbeiðis. Fleiri av hesum arbeiða á stovnum, har alneyðugur tørvur er á, at tey møta til tíðina. Ótal av børnum ferðast inn til Havnar fleiri ferðir um vikuna til tónleik og ítrótt, og foreldrini kenna seg ikki trygg at senda børnini við hesum smáu bátunum í ringum veðri.

Bátarnir taka 48 fólk í senn. Hetta er ov lítið til verandi tørv. Tá serlig tiltøk eru í Nólsoy má báturin sigla fleiri ferðir. Hetta er bæði trupult er keðiligt fyri tey, sum skipa fyri, tí bíðitíð er at koma um fjørðin. Onkuntíð er neyðugt at víkja frá vanligu ferðaskránni, og tað er sera óheppið, tí fólk vita ikki, hvat klokkan tey sleppa til Havnar um morgunin.

Bátarnir eru ikki egnaðir til fraktflutning. Tí hevur SSL sett Sam at sigla við frakt tvær ferðir um vikuna. Hetta er alt ov lítið og ógvuliga óheppið fyri Matvørubúðina, ið ikki fær vøru til tíðina. Óheppið er tað eisini, at ongir bilar fáast út til Nólsoyar vanligar dagar. Nólsoyingar hava eisini tørv á ruskbilum, oljubilum og øðrum.

Herfyri var sera pínlig hending í Nólsoy, tá líkbilurin ikki slapp í land til eina jarðarferð.

Plássið umborð á hesum rundferðabátum er brúkt til stólar. Millum stólarøðirnar er bara ein smøl rás. Ikki ber til at seta vanligt viðføri frá sær, heldur ikki barnavognar og súkklur, sum mugu standa úti á dekkinum í øllum sjórokinum.

Truplast er tað fyri rørslutarnað og tey gomlu, sum ikki kunnu klúgva umborð, tá flóð ella fjøra gera um seg. Sleppur ein koyristólur umborð, so má hann standa á dekkinum í kuldanum og sjórokinum, fyri ikki at sperra smølu rásina fyri øðrum ferðandi.

Tað skuldi verið óneyðugt at greitt mynduleikunum frá, hvussu bundin fólk í Nólsoy eru av hesi farleið. Hetta er teirra lívsæðr. Er tænastan hjá SSL ikki nóg góð, so er væntandi, at tað gongst Nólsoynni sum tað hevur gingist øðrum útoyggjum, at fólk flyta og bygdin doyr spakuliga út. SSL eigur eisini at hava í huga, at valla er nøkur onnur farleið, sum hevur so nógvar fastar pendlarar.

Fari tí at enda at biða SSL og landsstýrismannin við samferðslumálum um at skipa soleiðis fyri, at ein virðilig loysn verður funnin, at Ternan verður sett aftur í fasta sigling um Nólsoyarfjørð, í øðrum lagi, at egnað avloysaraskip verður funnið beinanvegin.

Vegna Tórshavnar kommunu og borgarar í Nólsoy

Heðin Mortensen

borgarstjóri