Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Kæra: Landsstýrismaðurin hevur ikki útint sítt starv á lógligan hátt

Kæra um landsstýrismannin í fíggjarmálum viðvíkjandi brot á Stýrisskipanarlógina

Løgtingsins landsstýrismálanevnd

Vísandi til løgtingsmál nr. 175/2001 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti vilja undirritaðu hervið kæra landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri Løgtingsins landsstýrismálanevnd.

Kæran er grundað á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lagt lógaruppskot fyri Løgtingið, ið er greitt brot á Stýrisskipanarlógina § 41, har ásett verður at ”Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg”. Mett verður tí ikki at landsstýrismaðurin hevur útint sítt starv á lógligan hátt.

Higartil hevur aldargomul siðvenja og Stýrisskipanarlóg Føroya tryggjað, at ongin skattur má ásetast uttan at hetta verður gjørt við lóg í Løgtinginum. Lógaruppskotið frá landsstýrismanninum brýtir við hesa grundleggjandi støðuna og vil hann nú sjálvur kunna áseta skatt við kunngerð. Hetta er greitt brot á Stýrisskipanarlógina.

Áðrenn málið kom til viðgerð í Løgtinginum mæltið fyrisitingin í Løgtinginum eisini til at burturvísa málinum úr Løgtinginum vegna brot á Stýrisskipanarlógina, men Løgtingið valdi at viðgera málið. Fíggjarmálaráðharrin royndi at fáa undirtøku á Løgtingi fyri uppskoti sínum við at vísa til dóm, ið als ikki kundi nýtast í hesum málinum.

Tá málið varð viðgjørt í Fíggjarnevndini vístu allir løgfrøðingar, ið vóru í Fíggjarnevndini, bæði úr Innlendismálaráðnum og úr umsitingini hjá Løgtinginum á, at hetta málið er og verður greitt brot á Stýrisskipanarlógina, og somuleiðis at tann dómur, ið landsstýrismaðurin royndi at vísa til í hesum máli, als ikki kundi nýtast sum grundgeving fyri at kunna seta í verk uppskotið frá landsstýrismanninum.

Hartil kemur at lógaruppskotið als onga lýsing hevur av fíggjarligu avleiðingunum, ið kunnu gerast ovurstórar fyri landskassan. Heldur ikki hetta hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mett verða neyðugt.

Minnilutin í fíggjarnevndini hevur roynt alt fyri at fáa rættað hetta málið, ið ger seg inn á grundleggjandi siðvenju, týðandi ásetingar í okkara Stýrisskipan og býtið millum lóggevandi og útinnandi valdið. Hóast allar royndir eru gjørdar fyri at broyta málið, so hetta í minsta lagi ikki brýtur landsins lógir, so er hetta ikki eydnast, tí málið varð politiskt trýst ígjøgnum til víðari viðgerð á Løgtingi av ávísum samgongutinglimum.

Fyri at steðga hesi undirgravingini av fólkaræðinum, at tryggja, at landsins lógir verða hildnar og at føroyska Stjórnarskipanin ikki verður undirgrivin, verður henda kæra latin Landsstýrismálanevndini.

Við vón um skjóta og góða viðgerð,

Kristina Háfoss

Fíggjarnevndarlimur

fyri Tjóðveldi

Eyðgunn Samuelsen

Fíggjarnevndarlimur

fyri Javnaðarflokkin

Helena Dam á Neystabø

Fíggjarnevndarlimur

fyri Javnaðarflokkin

Poul Michelsen

Løgtingsmaður

fyri Framsókn