Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Justitsmorð varð tveitt inn á vøllin

Í orrustini royndu teir fýra journalistarnir at verja seg sum frægast. M.a. førdu teir fram, at sakførarin hjá Jørgen Niclasen, hevði hótt tey, men hetta varð víst aftur av Christian Andreasen. Talan var um ein annan advokat, Annfinn Vitalis Hansen, sum fleiri ferðir hevði reypa sær av at fingið Dan Klein, blaðstjóra, í fongsul fyri minni enn tað, teir fýra journalistarnir høvdu skuldsett Jørgen Niclasen, fyri. Vit kava eisini niður í justitsmorðini.

Grein í blaðnum, 9. oktober 2015.

Dan Klein, journalistur, 
greinar støðuna:

Á seinasta rættarfundinum í sokallaða tollmálinum, har advokaturin hjá Jørgen Niclasen, Christian F. Andreasen, fekk høvi til eina seinastu framløgu, ið skuldi sannføra dómararnar um, at dómurin í Føroya rætti var tann rætti, men kravdi kortini, at endurgjaldið til Jørgen niclasen, skuldi hækka úr kr. 50 túsund, upp í 100 túsund krónur. 

Tá Chirstian Andreansen tók endaliga samanum, brúkti hann tríggjar tímar at grundgeva síni sjónarmið.

Hann legði leggja dent á, at í tíðarskeiðinum, sum Jørgen Niclasen sat sum stjóri í p/f N. Niclasen, misti landskassin ikki eina tí einastu krónu í samband við vørur, ið vórðu latnar úr goymsluni í Sørvági. Tvørturímóti megnaði Jørgen Niclasen í síni tíð sum stjóri at minka um hallið hjá fyritøkuni, ið var stórt tá hann tók við sum stjóri. 

Sambært In-fo, brúkti Christian Andreasen,  eisini høvi at finnast at lýsingini av Jørgen Niclasen, ið Ole Liedke, advokatur hjá kringvarpsstarvsfólkunum, og Bjørn á Heygum, advokatur hjá Sveini Tróndarson, høvdu málað, at Jørgen Niclasen og hansara advokatur høvdu hótt mótpartin við fongsilsdómi ella goymt skjøl fyri mótpartinum. 

- Hvørki eg, Jørgen ella nakar annar hevur hótt mótpartin. Vit hava heldur ikki goymt nøkur skjøl fyri teimum. Talan er um eitt gamalt mál, og tað er ikki vanligt at goyma so gomul skjøl. 

Tað, sum kann undra er, at onki verður nevnt um hvør hótti journalistarnar, og hvat hann meinti við.

Vit kunnu upplýsa, at talan var um Annfinn Vitalis Hansen, advokat, sum próstaði sær av, at hann hevði fingið Dan Klein, fongslaðan, fyri nógv minni enn tað, teir fýra journalistarnir høvdu ført fram um Jørgen Niclasen.

Kann sigast, at vera eitt sindur óheppið at koma við, tí allir føroyingar vita í dag, at talan var um ein av teimum víðagitnu justitsmorðunum í móti blaðstjóranum, sum tá heldur ikki fekk hjálp frá almennu ella privatu journalistunum.

Men lat okkum hyggja eftir hvat dómurin hjá Annfinni V. Hansen, snúði seg um. Jú, hann hekk uppi í einum øðrum dómi, sum varð lagdur undir dóm, sum ákæruvaldið hevði býlagt, tí Dan Klein, hevði endurgivið navngivnan persón, sum hevði fornermað sorinskrivaran.

Ákæruvaldið tordi ikki at fara eftir hesum persóninum, og helt tað vera lættari, at fara eftir blaðstjóranum, tó at tað var ólógligt, og í stríð við mannarættindini. Men tá danska rættarskipanin góðtók svansið, valdi fútin at leggja eina falska ákæru inn aftrat, tí persónurin, sum var endurgivin, eisini hevði samanborið fútaembætið við virksemi hjá mafiuni, og tá nú blaðstjórin kortini var framvið dómhúsinum, so kundi hann einsvæl verða dømdur fyri hesi viðurskiftini omaná.

 Lat okkum gera eina langa søgu stutta, so bleiv Dan Klein, blaðstjóri, dømdur eftir ávísing frá Olaf Olsen, stjóra, sum brúkti Annfinn V. Hansen, sum avrættara, fyri at skriva, at tað var ikki lógligt ella heimilað, at taka lan fyri at fáa út vinningsbýti úr roknakspinum hjá Lynfrost, sum var komin so langt út, at talan var bara um tíð, at virkið klundi fara á húsagang.

Hesin dómurin var lagdur undir revsidómin, saman við einum øðrum dómi, sum er meira kendur enn teir flestu dómarnir í Føroyum. Globaldómurin. Við revsisakini, sum umfataði ein annan navngivnan persón, legði dómsvalið dómin Lynfrost- og Global-dómin undir, og fingu soleiðis blaðstjóran búraðan inni í tveir mánaðir.

Sama ár, gjørdi skattavaldið avtalu í rættinum við bakmenninar í Global, um at betala skatt av fiktiva eginpeninginum, sum teir høvdu notið skattligar fyrimunir av. Harvið undirmineraðu teir Global-dómin í móti Dan Klein, blaðstjóra, sum bara ongantíð fekk uppreisn fyri hetta justitsmorð, sum gjørdist vanin, heldur enn undantakið.

So samanberingin hjá Vitalis, advokati, var ikki av teimum hepnastu.

Men, sum Christian Andreasen, verji hjá Jørgen Niclasen, segði:

- Tí var Jørgen verjuleysur 19. desember, tá fjølmiðlarnir byrjaðu at umrøða málið. Hann hevði ikki tey skjølini, ið málið snúði seg um, skrivaði in.fo:

- Tað var fyrst seinni, at eg fekk skjølini frá landsstýrinum og Toll & Skatt. Tá eg fekk tey, so gav eg fjølmiðlunum innlit í øll relevant skjøl. Tað eru tey skjølini, ið verða brúkt í hesum rættarmálinum, meðan mótparturin ikki er komin við nøkrum skjølum. Tílíkt innlit er í mótsøgn við hendan hóttandi, maktfullan persónin, ið leggur lok á alt, ið mótparturin hevur lýst:

Víðari legði Christian F. Andreasen eisini stóran dent á, at leikluturin hjá journalistum at vera samfelagsins vakthundur merkir ikki, at tey sleppa undan at fylgja landsins lógum, og at tey kunnu ákæra fólk fyri ymisk, uttan at tað finnast prógv fyri ákærunum. 

Justitsmorð varð tveitt inn á vøllin