Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Justitsmorð duga vit væl

ODDAGREIN:

Er tað nakað, føroyingar hava klárað til UG, so er tað, at døma justitsmorð. Tí tey hanga, sum perlur eftir snóri í hesum samfelagnum, og nú sýnist eitt aftrat at liggja fyri framman.

Vit skulu skunda okkum at siga, at vit ikki hava minstu hóming av um kroatin hevur dripið Pidda ella ikki.

Men vit vita eisini, at ákæruvaldið hevur líka so lítið at halda um, tó at tað er púra greitt, at allur dentur verður lagdur á, at fáa kroatan feldan fyri dráp, og fyribils sær út til, at Einglapressan spælir við, og at maðurin skal fellast uppá lygnir.

Tað hevur eydnast at imponerað Einglapressuna við at avdúka allar lygnirnar hjá kroatanum, og so hava teknisk prógv staðfest, at fartelefonirnar hjá Pidda hava verið við Norðoya tunnilin, samstundis, sum ákæruvaldið stiðjar seg til frágreiðingina hjá kroatanum um, at hann sjálvur var um somu leið um somu tíð.

Tað, sum kann undra er, at ákæruvaldið, sambært Einglapressuni, stiðjar seg til teknisk prógv í samband við fartelefonirnar hjá Pidda, men stiðjar seg til frágreiðing frá kroatanum sjálvum, tá tað snýr seg um hansara egnu telefon við Norðoyatunnilin.

Tað, sum ikki riggar so væl við hesum er, at ákæruvaldið sjálvt hevur skotið túrin hjá kroatanum í senk, tí hann kann ikki hava elt Skodabilin, tá tað nú er staðfest, at hann ikki svav hjá unnustuni, men heima hjá sær sjálvum.

Men Einglapressan tók støðu í gjár:

Ákærin tægaði frágreiðingar um fartelefonir, sang hovleverandørurin fyri ákæru-manualinum, Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, í gjár, sum um kroatin nú hevði fingið mønustingin frá Linde Hasselberg, ákæra í samband við Pidda-gøluna. Men aftur her hevði hann eina rokning uttan vert, tí hann “gloymir” hvat hansara egni tíðindastovnur hevur borið fram fyri 10 mánaðum síðani.

Ákæruvaldið hevur nevniliga ikki broytt strategi síðani tað kom fram, at Piddi var horvin, og at kroatin fyrst var skuldsettur, og síðani ákærdur fyri at hava beint hann av vegnum.

Tað, sum bara ikki sær so gott út er, at ákæruvaldið heldur fast uppá, at Piddi er dripin fríggjadagin 4. november 2011, meðan fleiri vitnir fyri sløkum ári síðani longu hava váttað, at tey hava sæð Pidda leygardagin 5. november 2011, sprelllivandi!!

Justitsmorð duga vit væl!?

Lesi hesa og aðrar áhugaverdar greinar í blaðnum.

Keypið blaðið á netinum:

Trýst á ADD TO CART, síðani til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.

http://oyggjatidindi.com/arkiv.html

Teknað hald:

oyggjat@olivant.fo

 

 

Add to Cart