Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Judaspeningur: 122 krónur

Nú verður fólkatingsval. Fólk flest hava lítlan áhuga í tí, men hjá teimum politisku flokkunum er áhugin ovurstórur. 

Kann tað hava nakað við tað at gera, at teir fáa okkurt burtur úr tí?

Verður kannað eftir, so sæst, at flokkarnir fáa pengar frá danska statinum fyri hvørja atkvøðu teir fáa rikið í rætt. Talið ljóðar ikki av tí stóra: 30,50 krónur um árið fyri hvørja atkvøðu.

Men hetta er sum sagt um árið. Valskeiðið er fýra ár, so hvør atkvøða er verd 122 krónur hjá einum flokki. Um vit líta at tølunum fyri síðsta fólkatingsval, og siga at úrslitið er tað sama hesaferð, so fara flokkarnir við hetta lag fyri árini 2015-19 at fáa:

Sambandsflokkurin 6362 x 30,50 x 4 = 776.164 krónur
Javnaðarflokkurin 4332 x 30,50 x 4 = 528.504 krónur
Tjóðveldi 3995 x 30,50 x 4 = 487.390 krónur
Fólkaflokkurin 3935 x 30,50 x 4 = 480.070 krónur

Í alt fer stuðulin til flokkarnar sostatt at vera 2.272.128 kr, ella 2,3 milliónir krónur, í komandi fýraáraskeiði.

Treytin fyri at koma upp í part at fáa stuðul er at atkvøðutalið er 1000. Sjálvstýrisflokkurin leyk ikki hesa treyt í 2011, men gjørdi tað í 1990 og 1998. Heldur ikki Miðflokkurin fekk nóg mikið í 2011, men gjørdi tað í 2008.

Vanliga limagjaldið í flokkunum er 200 krónur um árið ella 800 krónur fyri eitt fýra ára skeið. Afturfyri hetta limagjald sleppa limirnir at avgera hvønn politikk flokkurin skal reka. Men hvussu nógv “limagjøld” geldur danski staturin føroysku flokkunum fyri at ávirka teir?

Fyri Sambandsflokkin er talan um 970 limagjøld.
Fyri Javnaðarflokkin er talan um 660 limagjøld.
Fyri Tjóðveldi er talan um 609 limagjøld.
Fyri Fólkaflokkin er talan um 600 limagjøld.

Hetta kann setast í mun til hvussu nógvir limir yvirhøvur gjalda limagjald fyri at fáa ávirkan á politikk floksins. Uttan at fara í smálutir er greitt, at talan er um munandi ávirkan, sum danski staturin hevur á flokkarnar. Staturin møtir sjálvandi ikki upp á felagsfundum. Tað er óneyðugt, tí á teimum hevur hon floksleiðslurnar at virka fyri seg. Tær vilja gera nógv fyri at hóva hesum stóra gjaldara.

Men er stuðulin lógligur?

Fyri at tað almenna skal hava loyvi at gjalda út er bæði neyðugt við fíggjarlógarheimild og lógarheimild.

I Danmørk eru hesar báðar fortreytir í lagi, tí lógin er samtykt og lýst í Danmørk.

Men er henda lóg lýst og komin í gildi í Føroyum?

Tað er hon ikki.

Tað er tí ólógligt fyri danska statin at gjalda hesar pengar til politisku flokkarnar í Føroyum.

Er tað moralskt í lagi?

Fyri at hugsa um hetta kunnu vit fara til fólkaatkvøðuna í 1946, tá vit feldu stjórnaruppskotið, og harvið róku aftur uppskotið um at vit yvirhøvur skuldu fáa danskan stuðul. Allir føroysku flokkarnir váttaðu, at vit høvdu felt hetta uppskot.

Hvussu ber tað so til hjá teimum nú ikki bert at taka við stuðli, men taka við opinberliga heimildarleysum stuðli frá danska statinum?

Her er spinnandi galið, og tað er væl skiljandi, at flokkarnir hava steintagt um at teir lokka fólk á val at hjálpa sær at fáa judaspengnar fyri at svíkja sítt fosturland á ólógligan og ómoralskan hátt.

Teir siga heldur ikki eitt orð um, at teir eru avdúkaðir, og at veljararnir á hesum vali hava ein annan og betri valkost: uttanflokkalistan, sum ikki tekur við stuðli og hvørs fólkatingsmaður ikki fer at taka við løn frá donskum skattgjaldarum fyri at útinna starvið fyri fólk sítt.

Zakarias Wang