Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Judaspengarnir enda eisini hjá Sveini

Nú royna móttakararnir av judaspengunum frá donsku stjórnini at verja seg sum frægast, og fyrsta offur í hesum stríði er sannleikin.

Sveinur Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóri á Dimmalætting, smæddist heldur ikki burtur í so máta, tá hann var í kringvarpinum og skuldi leggja avrik Sjálvstýrisfloksins á vágskálina. Hann er jú ein av teimum, sum fær nakað burtur úr hesum stjórnarstuðli. Hóast eg ókeypis fyri Dimmu havi skrivað har eftir førimuni, segði hann mær, at nú val var útskrivað, fekk eg bert innivist móti lýsingargjaldi, so tað er har, judaspengarnir enda. 

Men sum journalistur átti hann at kanna sínar keldur, eisini tær frá nitiárunum, áðrenn hann fer út við lygnum.

Tað hann segði her um uttanflokkalistan, var ikki í samsvari við sannleikan.

Hann segði, at tað var fullkomuliga ókeypis fyri meg at siga, at eg ikki skuldi taka við stuðli frá donsku stjórnini. tí tað kundi ikki koma upp á tal, at eg fekk so nógvar atkvøður, at eg kundi fáa nakað yvirhøvur. 

Men 21. september 1994 var fólkatingsval, og uttanflokkalistin við Zakariasi Wang sum einasta valevni fekk 1131 atkvøður. Beinanvegin fekk eg bræv frá stjórnini um, at hetta gav mær rætt til at fáa floksstuðul. Einki hevði eg hoyrt um hetta fyrr, so eg hellt, at málið var vert at kanna og uppgav teimum eitt kontunummar. Beinanvegin komu 943 krónur inn á kontuna. Árið eftir fekk eg bræv um at eg skuldi søkja av nýggjum og geva eina frágreiðing um hvat ið stuðulin fyri 1994 var nýttur til. Samstundis lá á ljóðí, at stuðulin fór at vaksa almikið. Nú hevði eg fingið nóg mikið at vita, og gav Norðoya Sparikassa boð um at senda stjórnini ein kekk upp á hesar 943 krónurnar. Teir tóku móti kekkinum, men vóru ørkymlaðír og vildu hava meg at greiða frá, hví eg hevði sent teimum pengarnar, men tað hirdi eg ikki at svara teimum.

Tá Sveinur veit so væl, at hetta var ókeypis fyri meg, so kundi hann hóskiliga kanna keldurnar. Har hevði hann sæð, at um eg hevði tikið við hesum stuðli, hevði myndin verið henda:

1994: 943,00 kr
1995: 5.655,00 kr
1996: 22.054,00 kr
1997: 22.620,00 kr
1998: 23.185,50 kr

Sosatt hevði eg kunna fingið 74.458 krónur í judasarpengum hesi árini, og hevði kunna leskað fleiri fjølmiðlamenn fyri at virka fyri áhugamálunum hjá donsku stjórnini. Vit skulu minnast til, at teir sum guldu Judasi fyri at svíkja sín harra og meistara, gjørdu tað tí tað var í teirra áhuga at fáa Judas at svíkja. At nakar sum hevur fosturlandsalsk í barmi vil vera við til slíkt er vamlisligt, men fjølmiðlamenn halda helst at pengar lukta ikki. Teir, sum annars skuldu verið varðhundar hjá almenninginum fyri at berjast ímóti korruptión, trýsta eyguni fast aftur fyri tí grovastu korruptión, sum hugsast kann: í stríð við sjálvan sambandssáttmálan at lata eitt annað ríki keypa sær stuðul frá nøkrum av landsmonnum okkara.

Zakarias Wang=