Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jú býttari, jú betri

Vit hava hoyrt, at tey býttu og fávitskutu arbeiða best. Tey eru lýðin og stilla ongar spurningar. Tey eru høgrasa eitt og alt, tí tey lætt kunnu manipulerast at fylgja við allan vegin óansæð fylgir bæði fyri tey sjálvi og fyri onnur.

Fortíðin vísir prógvini. Nútíðin ger tað sama. Og framtíðin vil eisini vísa tað sama, um fólkið framvegis góðtekur fávitsku, sum legitimt politiskt mál. Vit hava hoyrt sagt, at Fróðskaparsentrið hevur verið eyðknevnt Auswitz, tí at har fóru mong inn, men fá komu út aftur. Høgraspeisemi, men ikki einans speisemi, men ein kraftig devaluering og tillátursgering av tí, sentrið stendur fyri. Tí høgra ræðist vitan, ið kann lata tey sjálvi úr heilt inn at beinið, tí tað kann viðføra, at teirra makt - av góðum grundum - viknar.

Mong onnur dømi kundu verið nevnd, men lat tað fara á hesum sinni, hóast eg fari at taka eitt afturat, sum annars var orsøkin til, at eg fór at skriva hetta brævið, nevniliga niðurskurðurin í KVF.

Huldumenn eru longu byrjaðir at treða devladansin, tí sum áður nevnt, ræðast teir objektiva vitan ella sanna vitan yvirhøvur. Sagt varð um huldufókið, at tað ræddust ljósið og Jesu navn, og tað er ikki uttan parallellir til okkara núlivandi huldumenn. Myrkursins gerningar verða framdir í dulnevndum lesarabrøvum, og sannleikin tekur politiska lívið av huldufólkunum. So lat okkum dríva á, tí enn eru teir mangir í tali.

Tí vit vita, ella eiga at vita, at álopi á KVF ikki einans er eitt fíggjarligt álop, men eisini - og kanska einamest - eitt høgrapolitisk álop, - soleiðis at upplýsandi og avdúkandi sendingar verða færri og kanska smærri. Hetta mugu teir halda, mann fara at styrkja teirra støðu. Teir liva m.a. av fólksins vantandi vitan, so sparkið til KVF liggur sera væl fyri til hitt politiska høgrabeini.

Góðir málmenn kunnu kanska fáa steðgað sparkinum, áðrenn høgra skorar.

Góða eydnu!

Dagfinnur Danbjørg.