Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Journalistikkur var onki krav

Tá ið Liljan Weihe, varð sett í fast starv, sum leiðari fyri tíðindadeildina hjá Kringvarpinum, var onki krav sett um, at umsøkjararnir skuldu hava eina ávísa útbúgving. Hetta gjørdi, at fimm umsøkjarar bjóðaðu seg fram, men bara tveir umsøkjarar vóru valdir út, og tríggir umsøkjarar vóru valdir frá. Paradoksið er bara, at tann, sum fekk starvið, heldur ikki er útbúgvin journalistur, men “bara” er cand.scient.soc.

Grein í Oyggjatíðindum frá 05. desember 2014:

Við tí, sum longu er komið fram um hesa gøluna, er tað týðuligt, at teir umsøkjararnir, ið ikki høvdu journalistiska bakgrund, eru sáldaði frá, meðan tey, sum mett varð, høvdu hesa bakgrund, vóru eftir hjá setanarbólkinum, og stjóranum at meta um.

Hóast tað ikki var nakað krav til útbúgving í starvslýsingini, so vóru tey tvey vald burturúr, sum setanarbólkurin segði seg meta, hóskaðu frægast til teir førleikar, sum tey ynsktu í leiðarastarvinum.

Men hetta er brot á fyrisitingarlógina, tí sambært lýsingini var onki krav til ávísa útbúgving, men kortini metir bólkurin, at tey við journalistiskum førleikum skulu takast framum, og hini trý skulu ikki teljast við.

Í lýsingini var bara nevnt, hvat kundi vera fyrimunir hjá umsøkjarunum, men annars onki krav. T.v.s., at umsøkjararnir hvør í sínum lagi hava havt fyrimunir, sum so átti at verið sett upp í móti øðrum førleikum, sum áttu at verið sammettir hjá øllum umsøkjarum.

Tað var tað ikki, men lat okkum so hyggja eftir førleikunum hjá teimum, sum leiðslan og bólkurin tóku framum øll hini.

Hóast vit hava biðið um alment innlit í klaguna, sum er send Mentamálaráðnum, hava vit ikki kunnað fingið váttað, hvørjir allir umsøkjararnir vóru, men keldur vilja vera við, at tann, sum varð valdur út saman við Liljuni Weihe, var Høgni í Jákupsstovu.

Tey bæði arbeiddu í húsinum, og høvdu tann fyrimunin, at vera mett av starvsfeløgum, sum tó máttu metast dundrandi inhabilir.

Høgni í Jákupsstovu hevur útbúgving, sum journalistur, men tað var ikki nøkur treyt fyri at søkja starvið, sjálvt um bólkurin brúkti vendingar, sum “lúkaði ikki treytir, sambært lýsingini”.

Men hví setti Kringvarpið ikki sum treyt, at umsøkjarin skuldi hava eina journalistiska útbúgving?

Orsøkin er sannlík tann, at Liljan Weihe, sum endaði við at fáa starvið, ikki var útbúgvin journalistur, og tí kundi hetta ikki heldur setast sum treyt fyri starvinum. Førleikin hjá Liljuni Weihe, er sostatt, at hon eitt stutt skifti arbeiddi á Dimmalætting, var skrivari fyri Norðuratlantsbólkin á Christiansborg, men var so aftarlaga í status hjá TV2, at vit hava skilt, at hetta ikki varð sett ovarlaga í umsóknini til Kringvarpið.

Hóast hetta, varð sagt um Liljuna Weihe, at hon var 34 ára gomul, og útbúgvin journalistur, tó at hon kortini bara er skrásett, sum cand.scient.soc. frá Odense, men hon er ikki, sambært upplýsingum frá keldum, útbúgvin journalistur.

Liljan Weihe, hevur tó skrivað høvuðsuppgávu um: “Medier og demokrati i Færøerne- En analyse af nyhedsdækningens konsekvenser for demokratiet.”

Men høvuðsuppgávan er ikki skrivað fyrr enn í 2011, tá hon longu er komin í starv í Kringvarpinum, men talan er um eina hægri útbúgving, sum tó ikki kann sammetast við eina journalist útbúgving frá Aarhus.

Var Liljan Weihe, journalistur, so átti Kringvarp Føroya, ongar trupulleikar at havt av, at seta hesa útbúgving, sum treyt fyri starvinum, tí tað vísti seg eisini, at stjóri og setanarbólkur hava brúkt orðingar um ávísar umsøkjarar, at teir ikki lúkaðu ávísar treytir í starvslýsingini, sum als ikki vóru til.

Journalistikkur var onki krav, men hendan starvssetan má sannlíkt ganga umaftur, tí fyrisitingarlógin er brotin.