Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Josefina vann við Tign

Josefina Smith, ættað av Tvøroyri, búsitandi í Korsør á Sælandi, hevur vunnið navnakappingina, sum felagið Eldramálið samtykti at skriva út stovningardagin 13. juni 2013. Felagið eitur nú TIGN, sum Josefina Smith hevur mælt til í sínum vinnarauppskoti

Felagið hevur til endamáls at vera málgagn hjá teimum, ið tørva heimarøkt, røktarheim ella sambýli.

Í viðmerking síni um navnið TIGN, sigur Josefina Smith:

"Tign og kærleiki eru hugtøk, ið eiga at fylgja okkum øllum alt lívið. Ikki minst á ellisárum, tá ið vit ikki longur klára tilveruna í egnum heimi, og vit verða bundin av hjálp frá okkara medmenniskjum – tá ið røktarheimið verður okkara næsta heim. Missa vit kropsliga ella sinnisliga førleikan, er sera umráðandi at varðveita tignina".

Josefina Smith er útbúgvin í ferðavinnuni. Hon fór ung at starvast hjá Flogfelag Føroya, har hon var í nøkur ár. Síðani fór hon í starv hjá Maersk Air í Dragør. Her kom hon í álitissess og varð sitandi har, til Maersk Air varð avtikið í 2005. Josefina sá millum annað til, at kongliga húskið á Amalienborg ferðaðist trygt og væl við Maersk Air, og hon var eisini álitið hjá Mærsk Mc-Kinney Møller, tá ið hann ferðaðist við sínum egna flogfelag.

Í sínum yrki hjá Maersk Air avgreiddi Josefina ferðavinnuuppgávur nógvastaðni í verðini. Hon er lutvíst í ferðavinnuyrkinum enn.

Josefina Smith hevur óvanliga góðar íbornar listagávur. Hon hevur teknað og málað autodidakt alt tað hon minnist, og síðani hon lærdi at skriva í barnaskúlanum, hevur hon skrivað, og hugskotini vóru og eru heilt serstøk.

Navnið Tign hóskar væl til felagið, hvørs aðalmál er at stremba eftir, at øll verða vird tignarliga og kunnu varðveita sín samleika, tá ið tey gerast óhjálpin ella skerd.

Fyrst, felagið varð stovnað, varð greitt, at tørvur er á einum víðfevndari felag. Tí fegnast nevndin um nýggja navnið, sum lýsir, at felagið kann fevna um allar aldursbólkar. Tign er eitt sakligt heiti, umframt at tað er snøgt orð og er frálíkt til at brúka á Alnetinum.

Nevndin bleiv alsamt meiri hugtikin av navninum, og ivin um, hvat navn skuldi vinna, fjaraði burtur, til TIGN stóð eftir sum uppskotið, ið vann.

Josefina Smith eigur tvey av teimum sjey hugskotinum, ið vórðu send inn til navna- og búmerkjakappingina. Í lýsingini um hugskotskappingina tilskilaði nevndin sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at velja.

Í lýsingini til hugskotskapping tilskilaði nevndin sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at velja.

Einki búmerki varð valt á hesum sinni, men nevndin hevur gjørt av at skriva út nýggja hugskotskapping um búmerki til felagið, sum nú ber navnið Tign. Kappingin verður útskrivað eftir aðalfundin í heyst, tá ið viðtøkurnar hjá felagnum eru góðtiknar.

Tign takkar øllum, sum sýndu áhuga við at senda inn hugskot til navna- og búmerkjakappingina og ynskir vinnaranum hjartaliga tillukku.

Ein serstøk hjartans tøkk fær Josefina Smith, sum vil, at vinningurin, 2000 krónur, kemur felagnum tilgóðar.