Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jonhard stórfingna móttøku á Vaglinum

Stór mannfjøld fagnaði Jonhardi Larsen, tá hann tíðliga seinnapartin í gjár kom á Vaglið eftir at hava runnið 77 kilometrar úr Klaksvík. Borgarstjórin tók ímóti og takkaði Jonhardi fyri hansara stóra innsats at gera okkum øll somul varug við árinini av eini herviligari sjúku, sum kann raka okkum øll, og Jonhard ger eitt stórt arbeiði at sameina okkum øll í at stuðla, so vónirnar gerast betur at finna eina viðgerð, sum kann lekja hesa ræðuligu sjúku.

- Mær er sagt at mamma tín var einans 62 ára gomul, tá hon fekk staðfest herviligu sjúkuna Alzheimers, og at hon fleiri ár frammanundan vísti tekin um, at okkurt var áfatt. Tú ert sjálvur farin um tey fimti, og tað er rættiliga sjálvsagt, at hetta má hava rakt familju tykkara sera hart, og eins sjálvsagt, at hetta fyllir nógv í tínum gerandisdegi, segði Heðin Mortensen.

- Eina løtu sum hesa, her vit á Vaglinum heilsa várinum vælkomnum og býta út plantupakkar, sum føra til nýtt lív og vøkstur til gleði fyri mong, so ynskja vit samstundis at heilsa tær og vísa okkara stuðul til títt stóra arbeiði, so tey, ið eru rakt av hesi sjúku - og teirra avvarðandi, eisini kunnu gleðast um vaksandi stuðul og vónandi lekidóm.

- Í dag hava tú og Pól Sundskarð runnið 77 kilometrar við ávísari upphædd í stuðuli fyri hvønn kilometur. Endamál títt í hesum sambandi er, at Alzheimersfelagið skal fáa ráð til eitt hálvdagsstarv, so tey á tann hátt kunna verða til enn størri hjálp við at upplýsa, vegleiða og annars virka fyri, at demensøkið verður hægri raðfest í Føroyum.

- Og sum tú sjálvur so skilagott hevur staðfest: Tað eru vit frísku, sum kunnu gera mun! Vit vita, at nógv hendir innan alzheimsgransking. Og tað tykist verða styttri og styttri ímillum tíðindi um, at vónirnar eru stórar um at finna eina viðgerð, sum kann lekja sjúkuna. Takk fyri tín stóra innsats og enn einaferð: Vælkomin higar á Vaglið, segði Heðin Mortensen, sum handaði blómur og gávur.

Aftaná handaðu umboð fyri Alzheimersfelagið blómur.