Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nýggja nevndin í Føroyskum Miðlafólki. Úr vinstru eru tað Beata L. Samuelsen, tiltakslimur, Uni Arge, nevndarlimur, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður, Brynhild Thomsen, nevndarlimur, og Øssur Winthereig, nevndarlimur. Á myndini vanta Jógvan Jákupsson, nevndarlimur, og Jógvan Hugo Gardar, tiltakslimur.

Jón Brian nýggjur formaður

Føroysk Miðlafólk høvdu aðalfund í gjár, og varð Jón Brian Hvidtfeldt, journalistur í Kringvarpinum, valdur til nýggjan formann í felagnum. Hann kemur í staðin fyri Ingrid Bjarnastein, fríyrkisjournalist, ið ikki ynskti afturval.

Í nevndini vóru Øssur Winthereig og Ingolf S. Olsen upp á val hesaferð. Øssur Winthereig tók við afturvali, men Ingolf S. Olsen stillaði ikki upp aftur. Í hansara stað varð Uni Arge valdur. Brynhild Thomsen og Jógvan Jákupsson sita eisini í nevndini.

Sum tiltakslimir vórðu vald Beata L. Samuelsen og Jógvan Hugo Gardar.

Formaður er sum nevnt Jón Brian Hvidtfeldt, og restin av nevndini skipar seg á fyrsta nevndarfundi.

Høvuðsevnið á aðalfundinum í gjár var framtíðin hjá felagnum, nú miðlalandslagið er so ógvusliga broytt seinastu árini. 

Føroysk Miðlafólk æt í gomlum døgum Føroya Blaðmannafelag og organiseraði tá at kalla øll, sum fingust við journalistikk á privata miðlamarknaðinum.

Soleiðis er ikki longur, tí bert fá miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum eru í dag fevnd av sáttmálanum hjá Føroyskum Miðlafólki.

Fleiri miðlafólk í Kringvarpi Føroya eru limir í Føroyskum Miðlafólki, men eru sett og lønt við støði í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Á aðalfundinum í gjár fekk nýggja nevndin til uppgávu at koma við einum útspæli um framtíð felagsins og møguligt samstarv við onnur feløg.

Tá nevndin er liðug við sítt arbeiði við hesum og er til reiðar við einum útspæli, skal kallast til limafund ella eykaaðalfund at viðgera tað.