Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólatræið tendrað í Tinghúsgarðinum

Hóast nærum ódnaðarveður var sera nógv fólk samankomið í miðbýnum í dag, tá jólatræið varð tendrað. Og tey fingu eina góða og turra løtu

Fyrst takkaði borgarstjórin í røðu síni Derhardi presti fyri góð og viðkomandi orð, og síðan takkaði hann Havnar Hornorkestri fyri góðan tónleik. Elsa Yeoman, býráðsstjóri í Reykjavík, handaði frammanundan Tórshavnar býi jólatræið, sum er tað fyrsta av mongum, tí hetta skal ætlandi geast siðvenja.

- Fyrsta kommunala jólatræið í Havn varð tendrað undir tinghúsinum í 1934, og væl dámdi fólkinum hesa nýggju siðvenju. Her hava gjøgnum árini staðið mong jólatrø, bæði stór og prýðilig. Men sum tit júst hava hoyrt frá Elsu Yeoman, býráðsstjóra í Reykjavík, so er jólatræið í ár nakað heilt serstakt. Góðu vinir okkara í býráðnum í Reykjavík hava tikið upp nýggjan tátt at lata havnarborgarum eitt íslendskt jólatræ í gávu at standa her á Vaglinum, segði Heðin Mortensen.

- Vit fegnast og takka fyri hesa gávu, sum er byrjanin til nýggjan jólasið millum høvuðsstaðirnar báðar, og sum er við til at styrkja okkara góða samstarv og vinalag. Eg fegnist eisini um, at umboð fyri Reykjavíkar býráð eru á vitjan hjá okkum, nú fyrsta íslendska jólatræið á Vaglinum verður tendrað. - Hjartaliga vælkomin.

- Henda løtan á Vaglinum, har stóra jólatræið verður tendrað, er fyri nógv veruliga byrjanin upp á jólini. Her koma jólamenn við fullum posum av karamellum og góðgæti. Teir ríða ikki á reinsdjórum sum í teknifilmunum, men koma koyrandi í blinkandi brandbilum. Her er horntónleikur, kátur barnasangur, her møtast ættarliðini øll.

- Kommunan ger á hvørjum ári nógv burturúr at hugna og pynta býin, og í ár er einki undantak. Tiltakið ”Jól í miðbýnum”, sum kommunan og Kunningarstovan standa fyri, er tað størsta nakrantíð. Allur jólamánaðurin er á tremur við tiltøkum til allar aldursbólkar, og nógv nýtt er eisini á skránni.

- Í okkara fyrireikingum av jólahaldinum í Havn hava vit altíð familjuna í miðdeplinum. Jólini eru framum alt barnanna hátíð, hóast vit helst øll verða sum børn, tá vit hesa tíðina stíga inn í miðbýin. - Inn í ein ævintýrheim, har tað angar av jólabakstri og granni, og har fult er av vøkrum tónum og upplivingum, sum børn og barnsligar sálir hava gleði av at hoyra og síggja.

- Jólasmátturnar í tinghúsgarðinum og á torginum í Vágsbotni skapa ein lívligan og hugnaligan jólamarknað, har alskyns jólaprýði, matur og annað mangt til jólini er at fáa.

- Tey, sum eru á mínum aldri og eldri, minnast kanska, tá Ráðhúsið var skúli, og parkeringsplássið uttanfyri var skúlagarður – eg hugsi ikki nakar okkara hevði kunnað ímyndað okkum tá, at havt ein ísvøll sum hendan at spæla okkum á ! At standa á skoytum er stuttleiki hjá bæði børnum og vaksnum.

- Um dagin er tað barnaláturin, sum fyllir ljóðmyndina her í miðbýnum, til stóra frægd eisini fyri ommur og abbar, sum við glógvandi eygum fylgja sínum kæru. Og bjóða flógvar vaflur ella pannukakur aftaná. Um kvøldið, tá ljósperurnar skapa rætta hugnan, koma tey vaksnu oman. Hetta eru bestu karmar til eitt romantiskt kvøld á skoytum. Jú, kinnar rodna eisini á ísvøllinum.

- Niðri í Vágsbotni er eisini jólabýur, og allur Bryggubakki, hesin vakri havnafrontur, er prýddur við ljósum og hugnaligum umhvørvi.

- Og fara vit longur úteftir – út í ”Skeiva pakkhús”, so ber til at uppliva eina stórfingna framsýning við ikki minni enn 405 fuglum – størsti parturin fuglar, sum koma framvið her á okkara leiðum. Hetta er ein gáva, sum Føroya Sjósavn fekk í 2011 frá ónavngivnum gevara, og sum nú veruliga kemur til sín rætt.** - Til ber eisini at steðga á eitt bil, seta seg inn í Havnar kirkju, njóta livandi jólatónleikin, og lata hugin hvíla í friðsæluni, sum har er.

- Í summar var býurin prýddur við fleiri spennandi standmyndum, sum íslendska listakvinnan Steinunn Thórarinsdóttir hevur gjørt. Mong okkara steðgaðu á, hvørt tað var í plantasjuni, við Norðurlandahúsið ella her í miðbýnum, har fleiri standmyndir stóðu. Standmyndirnar vóru so væl umtóktar millum fólk, at nógvir borgarar hava havt á orði, at kommunan burdi ognað sær onkra av standmyndunum.

- Hetta hevur kommunan tikið til eftirtektar. Í dag verður ein av standmyndunum avdúkað. Hon varð í summar nógv avmyndað, har hon so friðarliga situr undir Kunningarstovuni og hyggur droymandi niðan móti Tinghúsvøllinum. Tað gleðir meg, at kommunan saman við Norðurlandahúsinum hevur kunnað fingið hetta í lag.

- Góður jólahýrur er fyri tey flestu ein samanrenning av anga, tónleiki, samveru og ymsum smátingum, sum draga minnini fram hjá bæði ungum og eldri.

- Hetta saman við jólaboðskapinum ger helst, at vit sýna størri umhugsni og næstrakærleika hesar dagarnar. Mikkjal á Ryggi yrkir soleiðis í einum av sínum mongu sálmum:

Eitt er Harrans ár nú runnið,

aftur advent komin er.

Tøkk og prís av sál og munni

aftur fólk várt, Guð, tær ber

- Eg fari at enda við at takka øllum tykkum sum í dagavís hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa býin so vakurt jólaskrýddan. Í dag gleðist eg sum eitt barn. Í dag byrja míni jól av álvara.

- Av Vaglinum skal ljóða eitt ynski um eini gleðilig jól til allar landsmenn, sum eru hjartaliga vælkomnir at uppliva høvuðsstaðin í jólahýri hesar dagarnar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum endaði við at ynskja øllum eini gleðilig jól.