Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólatræið tendrað á Vaglinum

Talan var helst um metuppmøting á Vaglinum í gjár, tá stóra jólatræið varð tendrað. Theodor Olsen prestur legði fyri, síðan kom ein heilsa frá Sóley Tómasdóttir, forseta í Reykjavíkar býráð, og aftaná helt Heðin Mortensen, borgarstjóri jólarøðuna.

Borgarstjórin byrjaði við at takka Havnar Hornorkestur, sum altíð er við til at seta sín serliga dám á hesa løtuna við góðum jólatónleiki, og takkaði Theodor Olsen, presti, fyri góð og vælvald orð.

- Eisini ein stór tøkk til tykkum øll, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði seinastu dagarnar við at prýða býin - tað er ikki smávegis - og takk til VisitTórshavn, kanska betri kend sum Kunningarstovan, sum aftur í ár hevur staðið fyri og samskipað Jól í Miðbýnum.

- Góðu børn! Góðu havnarfólk! Og góðu gestir! Vælkomin á Vaglið og Tinghúsvøllin.

- Ja, so standa vit aftur her og eru til reiðar at fagna adventini og jólunum, sum við sínum fjálga og fevnandi hita lýsa upp kalda og myrka veturin.

- Og vit markera hesa serligu ársins tíð við at tendra ljósini á stóra og prýðiliga jólatrænum, ið er komið at standa á sínum fasta plássið.

- Longu eina tíð hevur miðbýurin verið prýddur við grønum granni og vøkrum ljósketum, so eingin skal ivast í, hvat er á veg.

- Samstundis sum vit eru komin saman fyri at tendra jólatræið á Vaglinum, kunnu vit í ár eisini fegnast um, at tað eru liðin 80 ár, síðan fyrsta jólatræið var tendrað á hesum staði.

- Akkurát hvussu tað kom í lag, at Havnin fekk eitt stórt granntræ at seta upp her á Tinghúsvøllinum, er eitt sindur óvist, men henda sið hava vit so tikið til okkum.

- Óivað er hugskotið komið úr Danmark, og væl kann hugsast, at føroyingar hava sæð fyrstu jólatrøini í Kjøpinhavn.

- Niðri í Danmark hava tey í yvir 200 ár havt jólatrø, og har hava tey fingið henda siðin úr Týsklandi, har søgan sigur, at Luther var tann fyrsti, ið kom við jólatrænum.

- Tað skal hava verið í 1536, at hann tók eitt granntræ inn í stovuna og pyntaði tað við ljósum, og haðani breiddi hesin siður seg um alt Týskland.

- Í Danmark fóru tey í 1925 undir at planta og selja jólatrø, og hetta árið fekk ein bóndi, kallaður “Nissan”, loyvi til at selja jólatrø til Grønlands, Íslands og Føroyar.

- Fyri at venda aftur til hetta granntræið, so hevur tað vaksið seg stórt og flott á Heiðmørkini í Reykjavík, har tað varð sett niður av íslendska skógrøktarfelagnum fyri umleið eini hálvari øld síðani.

- Og tað er sjálvur borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson, sum hevur felt hetta stóra træið, og nú vit tendrað tað, hava vit eisini fingið serliga íslendska vitjan.

- Saman við okkum her í dag er forsetin fyri býráðnum í Reykjavík, Sóley Tómasdóttir, og vil eg heita á hana um at heilsa hjartaliga í Reykjavík og takka fyri stórfingu vinagávuna.

- Eisini vil eg her nýta høvi til at ynskja íslendsku frændum okkara fyri vestan eini gleðilig jól og gott nýggjár, og takka fyri gott samstarv í árinum, sum fór.

- Ja, á hvørjum ári brúka vit tíð, orku og pengar uppá at pynta okkara felags høvuðsstað við eittans endamáli, sum er at skapa gleði og hugna í hesi myrku ársins tíð.

- Bæði í adventini og á jólum seta vit familjuna í fokus, og soleiðis er eisini í øllum okkara fyrireikingum av jólahaldinum í Havn, sum ikki minst er fyri børnini.

- Hesa tíðina kunnu vit her í miðbýnum ganga sum í einum ævintýrheimi, har tað angar av jólabakstri og øllum tí, sum bæði børn og barnsligar sálir vilja gleðast um.

- Allur miðbýurin er pyntaður, eins og smáu gøturnar, og um ikki so nógvar dagar fáa vit vitjan av jólaskipinum, sum er smekkfult av jólamonnum og pakkum.

- Á jólum eru vit øll børn, og eg vil mæla øllum til at geva sær stundir til at hugna sær í jólabýnum, á skoytivøllinum og til alskyns tiltøk og upplivingar í býnum hesar dagarnar.

- Jólaboðskapurin minnir okkum á at vísa størri umhugsni og næstrakærleika hesar dagarnar, so tað veruliga skal vera “í menniskjum góður tokki”.

- Gleða vit onnur, verða vit eisini glað sjálvi, og tað er djúpast sæð tað, øll jólini snúgva seg um, tí tað fer ongantíð nakað av okkum, kunnu vit hjálpa øðrum.

- Sjálvur gleði eg meg altíð til hesa tíðina, tí tá jólatræið verður tendrað á Vaglinum, er tað eisini byrjanin til jólini í míni verð, og hetta til jóla skal jólahýrur vera á skránni.

- At enda vil eg takka tykkum øllum fyri, at tit møttu so mannsterk í dag, og latið okkum nú framhaldandi hugna okkum saman her á Vaglinum og aðrastaðni í miðbýnum.

- Gleðilig jól øll somul!