
Jólatræið á Vaglinum tendrað seinnapartin í gjár
Heðin Mortensen, borgarstjóri, byrjaði við at bjóða havnarfólki, gestum og frændum úr Íslandi hjartaliga vælkomin á Vaglið, nú jólatræið skal tendrast. Hann takkaði Havnar Hornorkestri, sum altíð setur sín serliga dám á løtuna, og takkaði Berguri Debes Joensen, presti, fyri vælvald orð á Vaglinum.
- Fyri mongum árum síðan yrkti Jógvan Nolsøe jólasangin ”Jól hava einglaljóð”
Hesar linjur eru seinna helvtin í 1. ørindi:
“Nú jólaklokkur ringja,
gerst barnalundin glað;
djúpt sálarstreingir ljóða,
í tøkk til Drottin góða;
Guðs einglar syngja við,
himnaboð um frið.”
- Ja, enn einaferð gleðast børn og vaksin, og vit syngja um gleði og frið, og ein ímynd av, at jólini eru í hondum, er jólatræið í øllum sínum skrúð.
- Vit fingu fyrsta kommunala jólatræið í Havn í 1934, og tað gjørdist ein fastur táttur í adventini. Eisini komu fólk so við og við úr øllum landinum til Havnar hvørji jól at síggja jólatræið.
- Træið fekk fólk í jólahýri tá, og tað ger tað enn. Vit brúka tíð, orku og pengar uppá at pynta okkara felags høvuðsstað við einum endamáli, sum er at skapa gleði og hugna í hesi annars myrku tíð.
- Hesa ársins tíð er tað ikki so nógv, ið sprettir og spírar, men grønu greinarnar á trænum bera okkum boð um, at náttúran livir sítt fríska lív, hóast ikki so nógv annað er grønt. Og sjálvt um vit plaga at siga, at tað reyða er jólaliturin burturav, so hoyrir tað grøna avgjørt eisini jólunum og hugnanum til.
- Hetta træið, sum her stendur á Tinghúsvøllinum, hevur vaksið seg stórt og flott yviri í Íslandi í meira enn hálvtrýss ár. Tað varð felt av borgarstjóranum í Reykjavík fyri nøkrum døgum síðan og sent okkum við Eimskip sum ein vinargáva. Ella jólagáva.
- Vit eru sera takksom fyri hesa stórfingnu gávu. Tað var í 2013, at Reykjavíkar býur á fyrsta sinni sendi okkum eitt stórt jólatræ. Umboð fyri Rekjavíkar býráð hava verið til staðar á hvørjum árið, tá træið verður tendrað, og í dag kunnu vit gleðast um, at sjálvur borgarstjórin í Reykjavík, Dagur B. Eggertsson, og konan, Arna, eru við her í dag. - Hjartaliga vælkomin og stóra takk fyri tína heilsan her í dag, Dagur.
- Hetta er við til at styrkja okkara góða samstarv og vinalag býanna og landanna millum, og tí fari eg eisini at biðja tykkum bæði um at bera íslendingum eina hjartans tøkk fyri hesa gávuna við ynskjum um eini gleðilig jól.
Og eisini ynskja vit gott og farsælt nýggjár til frændur okkara fyri vestan.
- Góðu børn! Tit vita, at tá vit savnast her á Vaglinum at tendra jólatræið – tá styttist til jóla! Aftur í ár koma jólamennirnir at vitja, og um eina løtu fara teir at hjálpa okkum at tendra jólatræið.
- Næsta leygardag verður stóra tiltakið “Barnajól”, og leygardagin 10. desember kemur jólaskipið inn í Vágsbotn smekkfult av jólamonnum, sum gleða seg at heilsa uppá øll børnini, og teir hava nógv góðgæti við til tykkum í ár.
- Í hugnaliga jólabýnum standa hurðarnar opnar, og tit eru øll vælkomin at fara inn at síggja tær jólaprýddu smátturnar. Og so kann eg nevna, at sunnudagin 18. desember koma jólamennirnir innaftur í býin – hesaferð á rossabaki!
- Eg vóni, at tit fara at hugna tykkum í jólabýnum og eisini á ísvøllinum komandi dagarnar, og at tit fara at koma til nógvu tiltøkini og upplivingarnar, sum verða í býnum líka til jóla.
- Og aftur í ár er tað okkara kunningarstova, VisitTórshavn, sum stendur fyri stóra jólaátakinum í miðbýnum.
- Tá okkara felags høvuðsstaður soleiðis er vertur fyri øllum landsins íbúgvum, skapar tað eisini trivna og samanhald. Hetta kemur tó ikki av sær sjálvum, men er úrslit av góðum hugskotum, planlegging, samstarvi, ídni, fakligheit og áræði.
- Fyri tað hava tit, sum hava verið við í arbeiðnum, uppiborið eina stóra tøkk. - Takk fyri øll somul.
- Vit í býráðnum fegnast eisini um, at samstarvið við handilslívið og fólk annars er so gott. Takk fyri tykkara innsats og takk fyri allan jólahugnan, tit skapa við tykkara arbeiði. Tilboðini eru vorðin so fjølbroytt, at familjur ongan trupulleika hava at finna undirhald til bæði smá og stór.
- Og jólaboðskapurin minnir okkum á eisini at vísa størri umhugsni og næstrakærleika hesar dagarnar, so tað veruliga skal vera “í menniskjum góður tokki”. Gleða vit onnur, verða vit eisini glað sjálvi.
- At enda vil eg takka fyri, at tit møttu so fjølment í dag, og latið okkum nú framhaldandi hugna okkum saman her á Vaglinum og aðrastaðni í miðbýnum - ja, í okkara deiligu Havn, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann ynskti øllum eini gleðilig jól.