Jólaljós kostar dønum 120 mió. kr. í elnýtslu
Áhugafelagið hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, hevur gjørt eina uppgerð, ið vísir, at tá danir byrja at brúka jólaljós longu um miðjan november og halda á langt inn í januar, brúka teir upp ímóti 60 mió. kWh, svarandi til elnýtsluna hjá 15.000 sethúsum í eitt ár - og hetta hóast ljósútbúnaðurin er vorðin munandi orkueffektivari.
- Vit síggja, at tíðarskeiðið við jólaljósi er økt seinastu árini. Har vit fyrr í høvuðsheitum byrjaðu í desember mánaða at fríðka urtagarðar og tekjur, byrjar nýtslan av ljósketum hjá fleiri og fleiri longu í november og endar ikki fyrrenn síðst í januar. Hetta økir sjálvandi um elnýtsluna og kostar á elrokningini, sigur Richard Schalburg, nýtsluserfrøðingur í Dansk Energi.
Munur á ljósketum
Nógv bendir eisini á, at vit eisini fáa okkum fleiri ljósketur og ljósskapilsi. Ein skjót kanning í fleiri handlum vísir, at útboðið er vaksið, og ymiskt er, hvussu nógvan streym ymisku ljósketurnar og -skapilsini brúka.
Á fleiri ljósketum, Dansk Energi hevur kannað, vísir tað seg, at ein ljósketa við 100 LED perum vanliga hevur ein mátt á 6 watt. Hongur hon uppi í 2-2,5 mánaðir og brennir 12 tímar um dagin, brúkar hon umleið 20 kr. (Í Føroyum tó nakað minni, tí endaprísurin her í løtuni er uml. 30 oyru lægri fyri kilowatttíman enn í Danmark, ritstj.). Til sammetingar brúkar ein "gomul útgáva" við 100 gløðiperum í sama tíðarskeiði umleið 200 kr., so tað loysir seg at skifta út við eina LED, ið kostar áleið 300 kr.
Hygg eftir wattnýtsluni
- Ein gylt tummilsregla er at hyggja eftir, hvussu nógv watt keturnar brúka. Stendur tað ikki á teimum, hevur tú onki yvirlit yvir, hvat tað er, tú keypir. Um onki stendur á pakkanum, spyr ístaðin avgreiðslufólkið, og kunnu tey ikki svara, lat so vera við at keypa, eru ráðini frá Richard Schalburg.
Hann leggur dent á, at tað ber til at rokna nýtsluna út við at falda talið á wattum við tímum og døgum, ketan er tendrað, og falda við elprísinum (í Føroyum 1,71 kr/kWh íroknað mvg, ritstj.). Minst til at býta ella dividera við 1.000 fyri at koma frá watt til kWh.
Harumframt ber til at spara pengar við at hava eina góða orkuatferð og minnast til at sløkkja ljósketurnar um dagin, og tá vit ikki eru heima.