Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólakonsert á á Báta- og listasavninum í Leirvík

Sunnudagin 11. desember kl. 16.00 verður jólakonsert á á Báta- og listasavninum í Leirvík.
Tað eru Monika Stauss á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, ið fara at framføra. Tey hava sett saman eina hugnaliga og serstaka skrá við alskyns góðum tónleiki, ið hóskar til høgtíðina.

TÍÐINDASKRIV

Umframt kendar tónar eftir Bach, Corelli og Schubert, føroyskan og suðuramerikanskan jólatóleik, so verður forvitnisligt lag, ið leirvíkingurin Jóannes Joensen hevur skrivað.  Jóannes hevur skrivað lagið júst til Moniku og Ólavur Jakobsen hevur sett út lagið fyri violin og gittara. Nú verður tað at hoyra – fyri fyrstu ferð,  á hesi jólakonsertini.

Monika og Ólavur hava framført saman mangar ferðir fyrr. Tey hava eisini ferðast víða við tónleiki teirra. Longu í 2005 vóru tey á konsertferð í U.S.A. og framførdu tey í  California, á Los Angeles-leiðini, fyri felagsskapin Music and Art for Youth, ið dirigenturin og violinleikarin Fredric Balazc stjórnaði. Tey vóru aftur í vár í U.S.A. og framførdu á konsertum, hesaferð í Tucson, Arizona og har umleiðir.  
Aftur var høvið at hitta og framføra fyri Dr. Balazc, ið nú er 96 ára gamal. 

Jólakonsertin verður sunnudagin 11. desember og kostnaðurin fyri atgongd til savnið er kr. 30. 
Fyri hetta fæst góður tónleikur, hugnalig samvera, kaffi/the og okkurt afturvið.

Konsertin varir í slakan tíma. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.