Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sunnudagin skipar Lions Club Tórshavn fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn

Jólahugni til frama fyri Beran

Seinnapartin sunnudagin er árligi jólahugnin hjá Lions Club Tórshavn í Viðarlundini í Havn, og hesaferð fer allur ágóðin til eitt nýtt átak hjá Beranum

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri jólahugna í Viðarlundini í Havn, sum verður seinnapartin frá klokkan 14 til 16.30. Hetta er tiltak, Lions Club hevur skipað fyri í áravís og sum fyri mong er byrjanin upp á jólastákanina.

Sum altíð, er endamálið fyrst og fremst at fáa til vega pengar til eitt vælgerðarendamál, og í ár fer allur ágóðin til Beran, sum fyrst í komandi ári ætlar at fáa í lag nakrar stuðulsbólkar fyri børn, ið hava sjúk foreldur.

Frammanundan hevur Berin í mong ár havt sorgarbólkar fyri børn, ið hava mist, men nú ætlanin er eisini at fáa hjálpt teimum børnum, ið hava sjúk foreldur, vil Lions Club Tórshavn gjarna rætta eina hjálpandi hond, so hetta nýggja átak skal so góða byrjan sum gjørligt.

Ljós og jólahugni
Hesa løtuna sunnudagin, sum er í hálvantriðaj tíma, ber til at hjálpa Lions at hjálpa, tí har fáast jóladekoratiónir og annað at pynta við, umframt at kakao, mandarinir, sunkist og annað gott er at fáa.

Ljós og jólahugni seta sín dám á løtuna, tí Viðarlundin á áin verða pyntað við ljósketum og øðrum. Eisini kemur Havnar Hornorkestur at spæla góðan jólatónleik, umframt at jólamenninir koma við onkrum góðum til bæði stór og serliga smá.

Sum sagt, fer allur ágóðin av tiltakinum til nýggju hjálparbólkarnar hjá Beranum, so umframt at njóta góðu løtuna og hugnan í Viðarlundini sunnudagin, ber til at lata eitt oyra til góða endamálið, Lions stuðlar hesaferð.