Jólahugni í Viðarlundini
Sunnudagin kunnu fólk stuðla einum góðum endamáli, “Tú & Eg”-ráðgevingini, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri árliga jólahugnanum í Viðarlundini í Havn.
Fyri mong er fyrsti sunnudagur í advent ikki heilur, fyrr enn ein túrur í Viðarlundini í Havn er gjørdur, tí fólk fegin vilja stuðla einum góðum endamáli. Og Lions Club Tórhavn hevur sum vant sítt árliga jólatiltak í Viðarlundini, og tað verður nú sunnudagin frá klokkan 14 til 16.30.
Sum sagt, er altíð eitt gott endamál knýtt at hesi hugnaligu løtu, og í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin av Jólahugnanum skal fara til “Tú & Eg”-ráðgevingina. Fólk kunnu stuðla við at keypa sær kakao, bollar, vaflur, sunkist, jóladekoratiónir, brenni, tilfar til dekoratiónir og annað.
Alt økið verður pyntað við ljósketum í greinunum, hugnaligt bál verður kynt og í sjálvari ánni verða ljósbluss. Bæði børn, ung og tilkomin kunnu byrja jólastákanina og adventina við jólatónleiki, og ta einu løtuna kemur Havnar Hornorkestur at spæla, umframt at jólamenn eisini vitja.
Vælgerandi stuðul
Góða endamálið, ið fær ágóðan av Jólahugnanum hesa ferð, er sum nevnt “Tú & Eg”-ráðgevingin, sum umvegis telefon og brævkassa letur børn og ung fáa ráðgeving. Tað kostar einki at ringja, og børnini og tey ungu nýtast ikki at siga, hvørji tey eru, tá tey seta seg í samband við ráðgevingina.
Ráðgevararnir hava allir viðkomandi útbúgvingar og royndir við børnum og ungum, umframt at teir eru anonymir, so børn og ung trygt kunnu ringja til teirra. Tað ber til at venda sær til ráðgevingina við alskyns spurningum, trupulleikum ella evnum, sum brúk er fyri at tosa við ein vaksnan um.
Tiltakið hjá Lions Club sunnudagin hevur verið fastur táttur síðstu gott og væl 20 árini, og hvørja ferð er eydnast í góðum samstarvi við Skógrøkt Landsins at skapa góðan jólahugna í Viðarlundini henda seinnapartin, samstundis sum fólk eru við til at stuðla einum góðum endamáli.