Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tað er altíð stak hugnaligt í Plantasjuni, tá Lions Club Tórshavn skipar fyri sínum árliga jólahugna fyrsta sunnudag í advent

Jólahugni í Plantasjuni

Sunnudagin, sum er fyrsti sunnudagur í advent, skipar Lions Club Tórshavn fyri sínum árliga adventstiltaki fyri alla familjuna frá klokkan 14 til 16.30. Í ár fer stuðulin til Sjúklingahotellið Tórshavn.

Sum vant, verður Plantasjan pyntað við ljósum í greinunum, báli og ljósblussum í ánni, har sum tiltakið er, so tað verður so hugnaligt sum møguligt.

Sum vant, ber til at keypa sær jóladekoratiónir, tilfar til dekoratiónir og annað til hugnan og hitan, ið hoyrir adventini og jólunum til.

Eisini kemur Havnar Hornorkestur at lívga løtuna við nøkrum góðum tínum, og jólamenninir vitja við onkrum góðum til børnini. Og so ber annars til at keypa sær kakao, bollar, vaflur og sunkist

Talan er um eitt tiltak, ið er fyri alla familjuna, samstundis sum fólk – eins og vanligt er, tá Lions Club Tórshavn skipa fyri – kunnu stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.

Keypa venjingarútgerð

Hesaferð verður ágóðin av jólahugnanum latin Sjúklingahotellinum Tórshavn, ið so kann fáa sær nýggja útgerð til venjingarhølið, sum er niðriundir á hotellinum.

Verandi venjingarútgerð er fyrigingin, og tað kemur illa við, tí venjingarhølið verður annars dúgliga brúkt av teimum, ið eru á hotellinum í sjúklingaørindum, so tí er stórur tørvur á at fáa nýggja útgerð.

Ætlanin er at keypa ein krosstrenara, eina kondisúkklu og eitt renniband, so tey, ið eru á hotellinum, kunnu venja, hava tey hug til tað, og jólahugnin hjá Lions Club fer vónandi at gera tað møguligt.