Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki

Barnafamiljur, ið eru illa fyri fíggjarliga kunnu nú søkja um jólahjálp frá átakinum Í menniskjum góður tokki.

Til ber at søkja á tríggjar ymiskar hættir:

• Far inn á www.takk.fo og fyll út umsóknarblaðið har á síðini

• Prenta út umsóknarblaðið av heimasíðini og send tað við postinum

• Ring tlf. 220000 mánakvøldið 5. des og týskvøldið 6. des millum kl. 19.00 – 22.00, so fylla vit umsóknarblaðið út fyri tykkum.

Øll kunnu trygt søkja um jólahjálp, tí eingin óviðkomandi fær innlit í umsóknirnar. Viðgerin av umsóknunum fer fram í trúnaði og undir tagnarskyldu. Tá jólahjálpin er latin, verða allar umsóknir burturbeindar. Søkja fleiri enn til ber at veita jólahjálp, verður jólahjálpin latin teimum familjum, ið hava tað truplast.

Seinasta freist at søkja um jólahjálp er hósdagin 8. desember á miðnátt og í seinasta lagi 19. desember fáa tey sum søkt hava, svar frá okkum.

Enn ber til at stuðla átakinum, soleiðis at vit fáa hjálpt so nógvum sum til ber. Tit kunnu á www.takk.fo lesa meira um, á hvønn hátt møguleiki er at stuðla.