Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

JÓLAFRIÐURIN – Í MENNISKJUM GÓÐUR TOKKI

Her í Føroyum hava vit ein hjálparfelagsskap: “Í menniskjum góður tokki”. Tær familjur sum felagsskapurin hjálpir hava heilt einfalt ikki ráð at halda jól! Tað er eisini neyðugt at kirkjur og samkomur rópa hart á lands- og kommunal politiska myndugleikan; um at vísa næstakærleika fyri at fáa politisku skipanina at taka hond um hendan ovurhonds stóra trupulleika, og tørv á at hjálpa serstakt.

Øll vón um eina gleðiliga framtíð er m.a. knýtt at teirri fyri okkum so hugtakandi frásøgnini um føðing Jesusar í fjósinum og einglasonginum úti á markini. Vit verða m.a. mint á veruleikan: “ friður á jørð og í menniskjum góður tokki”. Hetta hendir ikki av sær sjálvum, vit mugu hjálpa til í strembanini at skapa frið og sosialt rættvísi, fyrst og fremst her heima, men eisini eftir førimuni um allan heim.

Ynski øllum eini Gleðilig Jól.

Lasse Klein