Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jól í Miðbýnum byrja í morgin sambært skránni

Borgarstjórin boðar frá, at jólatræið á Vaglinum verður sum ætlað tendrað í morgin kl 15.30, har Havnar Hornorkestur fer at spæla jólaløg og borgarstjórin sjálvur og Bergur Debes Joensen, prestur, fara at halda røður.

Jólamaðurin kemur eftir ætlan onkurvegna úr luftini og tendrar jólatræið. Í morgin verður eisini framsýning í smáttunum í Tinghúsgarðinum, Rútmiska Kórið í Hoydølum syngur kl 13.30 og eftir at jólatræið er tendrað fer gentukórið Kassia at syngja. Jólamarknaður verður í gongugøtuni, har til ber at keypa prýðislutir, jólabakstur og mangt annað.

Í morgin letur eisini Bringsnagøta, gamla høvuðsgøtan í Havn, upp, sum ein siðsøgulig jólauppliving. Gøtan fer at føra tey vitjandi aftur í eina farna øld við blómandi handilslívi, mentanartiltøkum og upplivilsum bæði fyri børn og vaksin.

Her ber til at vitja fyrstu føroysku Brúksuna, gamla handilin hjá Katrinu Christiansen, fáa hjálp til jólastásið í Seymistovuni, hoyra besta av føroyskum tónleiki í Pæsastovu og njóta nýbrent kaffi afturvið, meðan børnini klippa jólastás í gamla geglinum í Arnes Minde. Og at enda ber til at njóta jólakvirruna í Havnar Kirkju.

Trín innum portrið og uppliv eina aðra verð.