Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jól í gomlum døgum: Serframsýning um jól í gomlum døgum

Serframsýningin Jól í gomlum døgum, ið er fyri børn og vaksin, letur upp á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík leygardagin 5. des. kl. 14. 

Her ber til at síggja myndir, lutir og tekstir, sum lýsa jól í Føroyum í 20. øld. Børn spæla úti í kavanum, stákan innandura til jóla, jólatrøll, jólamatur, jólabøkur og annað, sum hoyrir vetrinum og jólunum til. 

Høvi verður eisini at síggja ein køk frá 1950-unum og eina jólaprýdda stovu frá 1970-unum. Jólakort og til-og-frá merkiseðlar við gomlum kavamyndum og annað verður til keyps.

Tekna títt egna jólakort ella hugna tær í kópalátrinum við jólabókum.

Framsýningin er opin hósdag, leygardag og sunnudag kl. 14-17 fram til 20. des. 

Ókeypis atgongd. 

Serframsýningin Jól í gomlum døgum er ein starvsvenjngarverkætlan hjá Julionnu Mørkøre, fornfrøðilesandi.