Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jokarin í Tobbdysti í løgtinginum

Dan Klein --- 08.08.2017 - 08:47

Perlur: Rættiligt rok var í løgtinginum mikudagin. John Johannesen, føldi seg hóttan av Tobba, sum afturfyri garteraði og íldi, at Jokarin átti at komið í spennitroyggju...

Oyggjatíðindi 5. mai 2006.

Fólk, sum hoyrdu og sóu orðaskifti í løgtinginum mikudagin, vóru skelkaði. Tingfundurin hevði gingið meira heitur enn vanligt, men undir 2. viðgerð av tingmálinum, at byggja Miðnámsskúla í Marknagili í Havn, fór alt upp at kóka, og menn fóru næstan til hendurs.

Sjálvt um fleiri tingmenn vóru heitir, vóru høvuðspersónarnir, Jokarin í Javnaðarflokkinum, John Johannesen og Tobbi úr tjóðveldisflokkinum.

Jokarin píndi tjóðveldisflokkin við fyrispurninginum hjá Tobba til Jógvan á Lakjuni, sum gekk út uppá, at nú samfelagið var so nógv útbygd, átti tað at verið lag á manni, at flutt t.d. tekniska skúlan í Havn, til Klaksvíkar og Fiskivinnuskúlan í Vestmanna til Kambsdal.

Á tingfundinum mikudagin, var tjóðveldisflokkurin samdur um at taka undir við skúlabyggingini í Marknagili, men flokkurin vildi ikki góðataka at halda játtanina til byggingina uttanfyri fíggjarlógina, sum flokkurin metti vera eitt sjúkutekin frá áttatiárunum. Jokarin helt tað vera løgið, at tjóðveldisflokkurin, sum annars segði seg taka undir við at byggja í Marknagili, í fyrispurninginum hjá Tobba, beinleiðis mælti frá at byggja skúlan í Marknagili.

Hann helt, at her tosaði flokkurin við fleiri tungum.

Hann setti eisini trumf uppá við at vísa til grein hjá Finni Helmsdal í bløðunum, sum hevði sagt, at Tobbi hevði so púra rætt.

Og nú kom rættiligur eldur í. Tjóðveldisflokkurin vildi ikki finna seg í, at vera skuldsettir fyri at vera í móti skúlabyggingini í Marknagili.

Men hetta gjørdi bara støðuna hjá Jokaranum enn stuttligari, og hann bleiv við at stroya salt í sárið, og setti øsingina upp í fyrsta gear.

Tá ið Johan Johannesen so hevði øst alla grindina, rópti hann upp um korporligan ágang frá Tobba, sum stillaði seg frammanfyri talaran at rópa, at formaðurin skuldi taka orðið frá John, sum stóð og leyg.

Tobbi helt, at Jokarin kundi ikki brúkast til nakað sum helst, og mælti til, at maðurin átti at sleppa ein túr á psykiatrisku deild.

Men niðri í salinum leikaði eisini í. Jokarin tók í Karstin Hansen, og hann var líka við at bresta saman við Lisbeth L. Petersen.

Tingformaðurin mátti taka orðið frá Jokaranum, sum fekk stóran moralskan stuðul frá Hans Paula Strøm, sum sam-bært tingmonnum, eggjaði manninum í sínum barnalótum.

Vit royndu fleiri ferðir, at fáa samband við John Johannesen, áðrenn blaðið fór til prentingar - enntá at leggja boð inn á telefonsvarara hansara, men knappliga var hann sum sokkin og munnlamin.