Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

John William vilstur í hagfrøðini

Norðlýsið hevur í løtuni stórar trupulleikar í hagfrøðiligu viðgerðini av øllum, sum hevur við høvuðsstaðin at gera. Í gjár metti Norðlýsið t.d., at íløgan í grøna orku á Boðanesheiminum var líka dýr ella dýrari enn at brúka olju. Jarðfeingi mátti rættleiða, at her var heilt galið við talviðgerðini, hóast hagtølini vóru púra greið. 

Niðurstøðan hjá Jarðffeingi var sjálvandi, at nógv var at spara við hesi grønu loysnini og at landsbúskaparliga var hetta ein sera góð íløga. Tað var bara Norðlýsið, sum antin ikki skilti ella manipuleraði hagtølini.

Norðlýsið hevði eisini fatur á púra røttu tølunum frá Hagstovuni, tá prógvast skuldi, at Tórshavnar havn í fjør hevði nógv størstu inntøkuna av øllum havnunum í landinum. Fantastiska roknistykkið vísir á, at Tórshavnar havn hevði størri inntøku enn hinar stóru havnirnar tilsamans.

Í hesum roknistykkinum "gloymdi" Norðlýsið at siga, at yvir 40% av fólkinum býr í høvuðsstaðarøkinum, har útivið 80% av innflutninginum endar. Partur av somu bingjum, sum koma við innflutninginum, fara ógvuliga høgliga avstaðaftur við útflutninginum. So tað má bæði vera rættiliga sjálvsagt og rættvíst, at Tórshavnar havn hevur nógv størri umsetning enn hinar havnirnar.

Men hetta er ikki alt. Hevði Norðlýsið lisið eitt lítið sindur víðari í hagtølunum, so finst eitt yvirlit yvir inntøkurnar hjá havnunum, deildar á fólkatal í ymsu kommununum. Har kundi Norðlýsið sæð veruligu tølini per capita.

Inntøka hjá ymsu havnunum í 2014 býtt á fólkatal í kommununum sá soleiðis út:

Fuglafjørður 8.547 kr
Runavík: 3.957 kr
Tórshavn: 3.044 kr
Klaksvík 2.228 kr
Tvøroyri 2.023 kr
Vágur: 1.100 kr

Meðalinntøkan pr. íbúgva í 2014 fyri allar havnirnar var 3.147 kr. Tað vil siga, at høvuðsstaðurin lá nakað niðanfyri miðal.

Fáur lýgur meira enn helvtina, men endurtiknar lygnir hava tað við at blíva sannar fyri summi. Vit kundu sjálvandi tagt og sagt sum so mong onnur, at hatta eru bara John William og Olivur, sum enn einaferð avdúka seg sjálvar. Men tað byrjar at blíva eitt sindur troyttandi, tá ein sær, at teir í almennum viðmerkingum fáa undirtøku fyri høpisleysu pástandunum.

Vil Norðlýsið veruliga tosa um skeivt býttar inntøkur í Føroyum, so lat okkum heldur tosa um Barentshav, makrel og laks. Evindaliga og afturvendandi svassið um Tórshavnar havn tænir ongum endamáli enn at skapa øsing á fullkomiliga skeivum grundarlagi.

Sjúrður Olsen
form. vinnunevnd Tórshavnar býráðs