Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johanna Dalsgarð 100 ár í dag

Veitsluhald var á Ellisheiminum í Havn í dag, tá Johanna Dalsgarð av Velbastað fylti hundrað ár.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein av røðuhaldarunum, og bar heilsu vegna Tórshavnar Býráð. Heðin segði millum annað:

”Góða Johanna, hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum í dag ! Hetta er ein stórur dagur! Hann er stórur fyri Tórshavnar kommunu, fyri meg sum borgarstjóra at sleppa at bera tygum hesa heilsu, fyri familjuna og ikki minst fyri tygum. At fylla 100 ár er ein serligur merkisdagur, sum bert fáum er unt, og tað sigur okkum, at talan er um eina sterka kvinnu við stórum lívsvilja.

Eitt æviskeið og ein mansaldur er ikki tað sama. Æviskeið er tann tíðin, vit liva samanlagt, meðan mansaldur oftast verður roknaður sum tíðin millum hvørt ættarlið, her hjá okkum kanska eini 25 ár.

Og í veruleikanum er tað bæði ótrúligt og sjáldsamt, at tygum kunnu sita her í dag og hátíðarhalda stóra føðingardagin, tí tit eru 5 ættarlið savnað, 3 børn, 9 ommubørn, 21 langommubørn og 2 oldurommubørn.

5 ættarlið eru ein long søga, og tygara hevur ikki verið minst spennandi. Tygum eru fødd 2. Január 1912 á Velbastað, dóttir Theu Malenu Egholm úr Hvalvík, og Óla Olsen, Óla við Á á Velbastað.

Men mamman doyði av turberklum, longu tá tygum vóru bara 6 ára gomul og yngst av fýra systkjum.

Tað var hart.

Sum eg skilji tað, so helt omman, mamma Óla, hús hjá tykkum og tygum vuksu upp, gingu í barnaskúla og tóku lut í øllum fyrifallandi arbeiði á garðinum.

Seinni trúlovaðust tygum Dion Dalsgarð, tá tilstundandi bónda uppi í Stovu á Velbastað. Síðan fóru tit bæði til Danmarkar, hann á bóndagarð í Jyllandi og tygum á Vallekilde háskúla.

Eg skilji eisini, at tann mentanarførningur, tygum fingu hesa tíðina á háskúla, hevði - og hevur - stóran týdning fyri tygum, og hesa tíðina minnast tygum enn við stórari gleði.

Nýggjársdag í 1935 giftust tit bæði, og tygum blivu bóndakona uppi í Stovu.

Á garðinum vóru 120 seyðir og 8-10 mjólkkýr. Ikki minst um summarið var nógv at gera, nógv familja vitjaði, tá tey høvdu summarfrí, hesi øll skuldi matgerast til, aftrat hoygging og øðrum bóndaarbeiði.

Og helst hevur hetta eisini verið strævið arbeiði, tí streymur kom ikki til Velbastaðar fyrrenn seint í 1958.

Tað at tygum tóku so væl móti teimum ungu vitjandi, hevur havt við sær, at tygum í dag eru vird og mint sum eitt samlingspunkt. Kná munnu tygum hava verið, tí eg hoyri, at tygum vóru í bønum til síðsta mann dagin fyri, at tygum føddu yngsta sonin.

Eg havi eisini hoyrt, at tygum altíð hava havt stóra umsorgan fyri eldri fólki, sum tygum passaðu.

Tygum hava so búð uppi í Stovu líka til 2005, tey seinastu 18 árini saman við ommusoni og hansara familju, síðan eina tíð hjá elsta soninum og konu hansara, inntil tygum fyri trimum árum síðan fluttu her á Ellisheimið, og her trívast tygum væl.

Tygum hava altíð havt áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og fylgja enn væl við í bløðum og øðrum fjølmiðlum. Og eg skilji eisini, at tygum ikki hava broytt hugsan, síðan tygum valdu loysing í 1946! 

Eg hugsaði eisini at nevna, at tygum eru sera væl inni í kvæða- og vísumentanini, eins og tygum kenna hópin av donskum sálmum og sangum. Hartil hava tygum sungið nógv, kenna flest øll løg í sálmabókini og Føroya Fólks sangbók og syngja tey enn, sum vóru tygum ein skúlaður sangari.

Tí má tað vera ein stór gleði at síggja, at hetta innlit og hesin áhugi ber frukt niður gjøgnum ættarliðini, og tygum kunnu tí við okkum frøast, tá vit hoyra ommusonin hjá tygum, kenda operasangaran Ernst Dalsgarð, syngja. Eisini eru synirnir Jóannes, Ólavur og Gunnleiv við í korsangi á Velbastað og í Havn.

Við hesum fari eg at ynskja tygum hjartaliga til lukku Hanna, og eg skal vegna Tórshavnar Býráð bera tygum eina heilsu um eitt blítt lívskvøld.

Og til at hugna um dagin er siður, at kommunan letur stóra kransakøku við búmerkinum á og blómuheilsan.

Hjartaliga til lukku eisini til alla familjuna á hesum merkisdegi, og gleða vit okkum til at heiðra føðingardagsbarnið og at fáa eina hugnaliga løtu her saman við Hannu.”