Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan Dahl spyr um sjóvegis samferðslukervið

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein skrivligan fyrispurning (§ 52a) um sjóvegis samferðslukervið. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:
1.    Hvussu gomul eru ferjur og skip hjá Strandferðsluni, og hvat verður mett er restlivitíðin hjá 
       somu ferjum og skipum?
2.    Hvussu stórar upphæddir eru brúktar til viðlíkahald fyri strandferðsluflotan seinastu 5 árini, 
       býtt upp á farleiðir/ferjur/skip og ár?
3.    Hvørjar avbjóðingar og trupulleikar eru í løtuni á ymsu sjófarleiðunum hjá Strandferðsluni, 
       og hvussu er ætlanin at loysa hetta upp á stutt sikt og longri sikt?
4.    Eru ætlanir um at seta peningin av á fíggjarlógini fyri 2020 til nýíløgur av ferjum 
       og/ ella skipum, um ikki, nær so?
5.    Eru lagdar nakrar langtíðarætlanir fyri nýíløgur til ferjur og skip hjá Strandferðsluni?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at ferjur og skip hjá Strandferðsluni eru álitið hjá teimum, sum búgva og reka vinnuligt virksemi í teimum oyggjum, har onki fast samband er. Men vit hava nú í nøkur ár upplivað, at raksturin av ferjum og skipum er rættuliga óstabilur, og ongi útlit eru í løtuni fyri, at støðan gerst betri, heldur tvørturímóti. Hesin óstabilitetur kemur fyri tað mesta av tekniskum brekum á ferjum og skipum, og nógvum og títtum viðlíkahaldi, sum stendst av høga aldrinum og “hart koyrdum” ferjum og skipum. 

Flotin hjá Strandferðsluni siglir í einum farvatni, sum er klassifiserað sum opið hav og skal hesin floti tí tola eitt sindur av hvørjum gjøgnum árið. 

Tað er tíverri nógv, sum bendir á, at Strandferðslan politiskt verður niðurraðfest, bæði tá talan er um rakstur og íløgur - hetta sæst m.a. við, at ongar nýíløgur verða gjørdar og ongar ítøkiligar alment kendar ætlanir er til taks um nýíløgur, har peningur samsvarandi er settur av á fíggjarlógini.  

Tað hevur alment verið frammi frá leiðsluni á Strandferðsluni, at talan um ein íløgutørv upp á 280-300 mió. kr. fyri at tryggja tær styttru farleiðirnar við tíðarhóskandi skipum.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at Strandferðslan skal við sínum ferjum, skipum og bussum vera við til at knýta øki og oyggjar saman í eitt landsdekkandi samferðslukervi. Fleiri av sjófarleiðunum virka kortini so illa, at tað gongur út yvir trivnaðin og møguleikarnar at búleikast í hesum økjum uttan fast samband. Í løtuni kunnu vit siga, at ikki øll økini í landinum eru javnt stillað viðvíkjandi atkomuligheit til møguleikar og tænastur kring landið. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
 
Sambandsflokkurin