Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan Dahl spyr um marknaðaratgongd og altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur

Løgtingið hevur í dag samtykt, at Jenis av Rana skal svara Johan Dahl, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, upp á ein skrivligan fyrispurning (§ 53), um marknaðaratgongd og status í samráðingum um altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hvør ítøkilig arbeiðs-og tíðarætlan er løgd fyri samráðingar um altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur millum Føroyar og okkara týdningarmiklastu samhandilslond?

2.    Eru nakrar realitetssamráðingar byrjaðar við nakað ávíst land, fríhandilsfelagsskap ella fríhandilssamgongu?

3.    Hvør eyka orka og førleikar er sett av til at planleggja og gjøgnumføra altjóða samráðingarum samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur?

4.    Hvørjir partar eru ella verða við í samráðingumum samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur, her verður hugsað um danskar myndugleikar, føroysku vinnuna og aðrar viðkomandi partar, og eru hesi boðin við til samráðingar?

5.    Hvat er status í samráðingunum um samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur við ES, USA, Russland, Kina, Suðurkorea og Japan, herundir hvørji ítøkilig stig er tikin í samráðingunum við hvørt land sær. Nær kann roknast við, at realitetssamráðingar byrja við felagsskapir og tey einstøku londini, hvørji eru útlitini fyri einari semju við felagsskapir og tey einstøku londini? - statusuppgerðin skal býtast á nevndu felagsskapir og einstøk lond.

6.    Verður eisini arbeitt í breiðari høpi við at fáa samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur við fríhandilssamgongur, t.d. Asia, BRIK-londini, Hvíta Russland og Ukraine?

Í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at í samgonguskjalinum frá 14. september 2019, undir Vinnumál, stendur fylgjandi: “Gjørdar verða best møguligar handilsavtalur við lond, sum hava marknaðarligan týdning fyri føroysku vinnuna.”

Nakrar av verandi fríhandilsavtalum eru upp til umleið 30 ára gamlar og Føroyar hava ongar samhandils-og fríhandilsavtalur við ávís lond. Í løtuni eru útlit fyri, at fleiri lond fara at halda seg aftur á altjóða marknaðunum fyri at verja sína egnu framleiðslu, serliga í sambandi við koronustøðuna, Brexit o.a. Tí er ein sera stórur tørvur áhjá Føroyum, at altjóða samhandilsavtalur og fríhandilsavtalur fáa hægstu raðfesting á vinnupolitiska økinum.

Havandi í huga, at kappingarneytar okkara við fiskavørum og alilaksi - Noreg er ávegis við fríhandilsavtalu við Kina og sama við Russlandiog Íslandi, sum hava fríhandilsavtalu við Kina - so er umráðandi fyri marknaðarstøðu okkara, at vit eisini fáa somu treytir fyri atgongd til m.a. hesar marknaðir.

Marknaðaratgongd er avgerandi fyri virðisskapanina í føroysku vinnuni og føroyska samfelagsbúskapinum. Tí vil ein minkandi samhandil og fríhandil og fleiri handilsforðingar í altjóða samhandli komandi árini hava við sær eina stóra hóttan ímóti framhaldandi framgongd í føroyska vælferðarsamfelagnum.

Marknaðaratgongd snýr seg um at selja føroyskar vørur og tænastur, og um marknaðaratgongd fyri at keypa vørur og tænastur til føroyska samfelagsbúskapin, t.d. atgongd hjá fyritøkum og privat fólki til vørur og tænastur á altjóða marknaðum undir javnbjóðis kappingarfortreytum umframt at fáa fatur í fiskirættindumí fremmandum sjógvi.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at ein dagføring og menning av marknaðaratgongdini hevur avgerandi týdning fyri samhandlin millum Føroyar og umheimin, og harvið møguleikarnar at varðveita og menna verandi framleiðslu og útflutning, og ikki minst at skapa nýggj arbeiðspláss. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Sambandsflokkurin