Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan Dahl spyr um krøv til val av nevnd í SEV

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, fer á tingfundinum í morgin 18. november at seta Helga Abrahamsen, landsstýrismanni í umhvørvis- og vinnumálum, ein munnligan fyrispurning um krøv til val av nevnd í kommunala elfelagið SEV

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

1.    Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta øðrvísi og hægri krøv til val og samanseting av nevnd í kommunala elfelagið SEV?

2.    Hvussu verður nevndin í SEV vald og heldur landsstýrismaðurin, at verandi skipan er nøktandi?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, at SEV er eitt felag, sum strategiskt eigur at rekast á professionellum grundarlag. Í løtuni verður felagið rikið av einari nevnd, sum verður vald og sett saman av kommunalpolitikarum - talan er um eina politiska nevnd og eina lukkaða skipan, tá veljast skal nevnd í felagið. Nevndin er tí ikki politiskt óheft.

Vandin við verandi skipan er, at tað í ov stóran mun verða raðfest seráhugamál og egináhugamál, sum tænir felagsskapinum sjálvum - og ov lítið av raðfesting til menningina av samfelagnum og vinnuni. Verandi skipan við politiskt valdum nevndarlimur, hevur eisini við sær, at stjórin kann hava munandi størri strategiskt vald og avgerandi leiklut enn vanligt, og harafturat kann vansin vera, at tann fakligi kontinuiteturin í nevndini er lágur.

At enda sigur Johan Dahl, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at upplýsast kann, at í almennu partafeløgunum hjá landinum, verða valdar professionellar nevndir, mannaðar við kvinnum og monnum við førleikum og royndum, t.d. innan leiðslu, búskap, strategi, tøkni, framleiðslu o.a. - førleikakrøvini verða tillagaði einstøku fyritøkunum.

Tað hevur bæði politiskan og vinnuligan áhuga at fáa at vita, hvørjar tankar og metingar landsstýrismaðurin hevur gjørt sær um henda so týðandi partin um leiðslu og organisering av SEV í framtíðini.

Sambandsflokkurin