
Johan Dahl, landsstýrismaður, valt ráðið fyri Ferðaráð Føroya
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur í dag valt ráðið fyri Ferðaráð Føroya.
Uppgávurnar hjá Ferðaráði Føroya eru at menna Føroyar sum ferðamannaland og at kunna um og marknaðarføra Føroyar sum ferðamál.
Ráðið hevur 6 limir, sum umboða ferðasmiðir, ferðaflutningsvinnu, gistingarhús- og matstovuvinnu, økisferðavinnufeløg, mentamál og vinnumál.
Tey, sum landsstýrismaðurin hevur valt í ráðið fyri komandi 4 árini, eru:
Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, er formaður
Anne Sophie Nordendal, leiðari á Vága kunningarstovu,
Eyð Matras, sjónleikari
Jóhanna Rasmussen, booking manager, Hotel Føroyar
Magni Arge, CEO Atlantic Airways
Rúni Vang Poulsen, CEO Smyril Line