Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Johan Dahl, vinnumálaráharri ætlar sær ikki at gera nakað fyri at steðga heimsendingini av útlendingunum umborð á Anitu, so teirra umstøður kunnu kannast og lýsast til fulnar.

Johan Dahl ger onki við málið

Vinnumálaráðharrin ætlar ikki at útseta heimsendingina av útlendingunum umborð á Anitu. Í svari til formannin í Fiskimannafelagnum sigur hann seg hava fult álit á, at donsku myndugleikarnir taka sær av málinum á fullgóðan hátt.

Eftir: Ingolf S. Olsen

Ongin veit, hvørja viðferð útlendingarnir umborð á garnaskipinum Anitu fáa frá reiðarínum, nú útlendingamyndugleikarnir hava gjørt av at senda teir heim, tí teir hava arbeitt í Føroyum uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Á politistøðini í Havn upplýstu tey seinnapartin fyri Fiskimannafelagnum, at menninir verða sendir av landinum við fyrsta morgunflogfarinum úr Vágum í morgin, og at tað einasta, ið løgreglan hevur tryggjað sær frá reiðarínum, er, at menninir hava flogferðaseðlar.

Tó at menninir ikki eru limir í Føroya Fiskimannafelag, vil felagið gera sítt til at tryggja, at skipsmanning undir føroyskum flaggi verður virðiliga viðfarin. Men ongin kennir umstøðurnar hjá indonesunum umborð á Anitu til fulnar, og ongin veit, hvørjar sømdir, teir fáa frá reiðarínum, nú teir verða heimsendir í ótíð.

Tí hevur Fiskimannafelagið í dag sent Johan Dahl, vinnumálaráðharr, sum eisini umsitur útlendingamál, soljóðandi skriv:

“Við hesum heitir Føroya Fiskimannafelag á vinnumálaráðharran um at biðja danska Útlendingastýrið um at útseta heimsendingina av útlendingunum, ið hava verið mynstraðir við føroyska garnaskipinum Anitu, til umstøðurnar hjá monnunum eru kannaðar og lýstar til fulnar.

Ongin greiða tykist vera á, hvørja støðu vanlukkan, ið hendi 11. februar, og sum kravdi eitt mannalív, hevur sett manningina í, nú einasta avleiðingin fyri teir er, at teir verða sendir heim.

Spurningurin, um reiðaríið fer at rinda monnunum hýru og annars halda sínar skyldur yvir fyri manningini, er ósvaraður, eins og nógvir aðrir spurningar um støðuna hjá manningini.

Tó at útlendingamál er danskt málsøki, so eiga føroyskir myndugleikar, í hesum førinum Vinnumálaráðið, at kenna ábyrgd av, at útlendingar umborð á føroyskum skipum undir føroyskum flaggi verða virðiliga viðfarnir.

Málið hevur bráskund, tí sambært løgregluni skulu útlendingarnir sendast av landinum við fyrsta flogfarinum úr Vágum í morginsárið, mikudagin 12. mars.”

Linkur til áheitan: http://www.fiskimannafelag.fo/media/21516/Til-Johan-Dahl.docx