Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Skorheim slóar veg í myrkrinum

Har sjálvt smáir úlvar knurra og ýla hóttandi fer Jógvan stillisliga og málrættað eftir loysnum, ið duga.  

Ein tílíkur politikari er gull verdur. Høvdu vit bert átt fleiri av slagnum, so hevði staðið væl til.

Nú fólk úti í Heimi vera skorin á háls, brend livandi í smølum jarnbúrum, har tey einans kunnu standa uppi, meðan eldurin týnir tey, og børn - smá sum stór - verða krossfest. Ondskapur uttan mørk móti verjuleysum. Tá er tað vælsignað við einari bøtandi hond – hini spillandi tunguni kunnu vit verða fyri uttan.

Eg veit væl, at hjálpin bert verður, sum ein dropi í havinum, men um bert ein, ið er neyðstaddur verður hjálptur úr neyðuni, so er tað ein ómetaligur siður.

Vónandi fer Jógvan góða hjálp frá eldsálum, ið vit eiga nógvar av, soleiðis at mong fremmand fara at minnast føroyingar og Føroyar fyri lívið.

Og vónandi fer slóbrótandi arbeiði í Klaksvík eisini at breiða seg kring oyggjarnar.

Við ynskjum um at ætlanin gerst ein blómandi succes.

Dagfinnur Danbjørg.