Jógvan í Skorini livir í sínari egnu lítlu verð
Víst verður til grein hjá Jógvan í Skorini í fjølmiðlunum 15. mars, undir heitinum: “Í hvørji verð livir Johan Dahl?”
Jú, Jógvan í Skorini, eg var til staðar, tá kommunurnar fóru á heysin fyrst í 1990´unum - eg veit ikki um tú minnist tað ella kennir nakað serligt til kommunalu fíggjarkreppuna og kreppustýringina, sum tá var. Allar kommunurnar vórðu heilt einfalt settar undir umsiting, vegna ovurstóra skuld og vánaliga búskaparstýring.
Tað, sum tú eisini eigur at upplýsa er, at bruttoskuldin hjá Eiðis kommunu var 10,2 mió. kr. við árslok 2019 og nettoskuldin 5,1 mió. kr. Og td. í 2009 var bruttoskuldin upp á 26,3 mió. kr. Kelda: Hagstova Føroya.
Fer rentan av rentuberandi skuldini upp við nøkrum fáum prosentum árliga, so merkist hetta vegna stóra bruttoskuld. Harafturat merkir stór skuld vantandi handlifrælsi.
Rentuberandi bruttoskuldin upp á 10,2 mió. kr. í 2019 skal setast upp móti einari skattainntøku netto upp á 31,5 mió. kr. í 2019, svarandi til 32,4%.
Boðskapurin er, at tá ein lítil kommuna hevur eitt avmarkað skattagrundarlag, so er neyðugt at lánifíggjað størri løgur, og í ringasta føri eisini fíggja raksturin við lántøku.
Boðskapurin er eisini, at bara smáar broytingar í fólkatalinum og harvið skattagrundarlagnum kunnu skapa stórar búskapartrupulleikar fyri eina lítla kommunu.
Eftir hesum er skattaprosentið í Eiðis kommunu upp á 18,75% í 2022 ov lágt - men tað verður sett lágt fyri at tiltrekkja fleiri borgarar, forða fyri fráflyting oa.
VEKS-samstarvið, sum Eiðis kommuna er partur av, er eitt gott dømið upp á, at ein lítil kommuna einsamøll ikki megnar eldraøkið - VEKS umsitur eldrarøkt og heimatænastu.
Tórshavnar kommuna, sum landsins størsta kommuna, hevur td. sera lítla skuld og eginfíggjar fyri tað mesta sínar løgur við árligu skattainntøkunum. Støddin á og harvið styrkin hjá Tórshavnar kommunu hevur eisini við sær, at fólk vilja flyta til kommuna, og tí koma fløskuhálsar á ymsum økjunum - ið egentliga er ein positivur trupulleiki ella avbjóðing, sum sjálvandi verður loyst.
Annars haldi eg, at tú í so nógv leggur eftir manninum heldur enn eftir bóltinum.
Eisini haldi eg, at tú, Jógvan í Skorini, er tann kommunalpolitikari, sum hevur fylt rættuliga nógv í KVF (sjónvarp og útvarp) seinastu árini, meðan tú sat sum bygdaráðsformaður - ein profilering og eksponering, sum vildi nakað.
Johan Dahl
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin