Jógvan Hansen heldur fram sum formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag
Nevndin í Føroya Ráfiskakeyparafelag hevur skipað seg.
Á aðalfundinum, sum var tann 6. mai, stóðu Jógvan Hansen og Marner Pattinson fyri vali, teir tóku báðir við afturvali. Harumframt var avgjørt á aðalfundinum, at víðka um nevndina úr 3 upp í 5 nevndarlimir. Magnus Jespersen og Jógvan Gregersen vórðu skotnir upp.
Allir 4 vóru valdir. Jens Pauli Petersen er nevndarlimur, og stóð hann ikki fyri vali hesaferð.
Í nevndini, sum nú hevur skipað seg, eru nú:
Jógvan Hansen, formaður
Jens Pauli Petersen, næstformaður
Marner Pattinson
Magnus Jespersen
Jógvan Gregersen
Dánial Hansen varð valdur sum eykalimur.