Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan, Fríðrik og kvinnukórið Suð

Frá íslendsku sendistovuni í Føroyum:

Konsert við Jógvan Hansen, Friðrik Ómar og kvinnukórinum Suð, verður í Norðurlandahúsinum 9 mars. kl 20:00.

Í oktobur mánaði 2009 góvu Jógvan Hansen og íslendski Friðrik Ómar út fløguna "Vinaløg". Hendan fløgan var eitt samstarv millum brøðratjóðirnar báðar, har Jógvan sang 10 væl vald íslendsk løg á føroyskum, meðan Friðrik sang 10 føroysk løg á íslendskum. Talan er um løg sum "Tú nart við hjartað á mær", "Lítil drongur", "Eg veit tú kemur til mín í kvøld", "Eros", "Syngjum sama lag", "Þau dansa eins og skuggar" og onnur, sum síðan hava verið nógv at hoyrt bæði her heima og í Íslandi.

Fløgan varð so mikið væl móttikin, at hon endaði ovast á sølulistanum í Íslandi. Eisini føroyingar tóku væl ímóti "Vinaløgum", og útgávukonsertin í Norðurlandahúsinum var fyri fullum húsum.** Teir báðir Jógvan og Friðrik hildu fram við samstarvinum, og góvu á heysti 2011 út nýggja fløgu eftir sama leisti, sum teir kallaðu "Barnaløg". Á hesi fløguni er talan um kendar íslendskar og føroyskar barnasangir. Eitt nú "Hún er amma mín", "Dukkan Fríða" og "Bíllinn okkar" týddar úr føroyskum til íslendskt, og "Bahama", "Húsið og eg" og "Sov nú ungi ástur mín" úr íslendskum til føroyskt.

Stutt eftir útgávuna av seinnu fløguni hjá Jógvani og Friðrikki Ómar, skipaðu teir báðir fyri stuðulskonsert til frama fyri Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini í Føroyum. Hetta var í samband við ódnarveður í Føroyum um tað mundið. Konsertin varð send beinleiðis í RÚV og Kringvarpi Føroya úr stásiligu Hørpuni í Reykjavík. Heilar 17 milliónir íslendskar krónur, ella góðar 700.000 føroyskar krónur, komu inn tann tíman, konsertin vardi. Forseti Íslands, Ólafur Ragnar Gímsson, handaði formanninum í LBF, Regini Jespersen,innsavnaða peningin.

Suð er eitt kvinnukór í Klaksvík, sum byrjaði at venja regluliga í sept. 2002. Við einum steðgi síðani jan. 2012. :,,nú gleða vit okkum til at fara at syngja saman við Jógvani Hansen og Friðrik Ómar í Norðurlandahúsinum 9. mars." sigur Steinvør Fonn.

Vit eru glaðir amatørar, sum elska at syngja, og sum vóna at kunna gleða onnur við okkara sangi. Hóast vit mest hava sungið klassiskan tónleik, so hava tær eisini royndir við rútmiskum tónleiki.

Jógvan Hansen, Friðrik Ómar og kvinnukórið Suð verður at hoyra leygarkvöldið 9 mars í Norðurlandahúsinum.

Kostnaður 250 kr.