Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan eigur at útnevna Kára P. og Kaj Leo sum kanningarstjórar

Teir kenna málið frá a – z og eru eins gegnigir og Annfinn er. Annfinn kann hjálpa teimum báðum, soleiðis at onki - fyri teir - skaðiligt verður drigið fram í ljósið, og hann kann standa fyri teimum juridisku snildunum, ið kunnu gera svart til hvítt ella øvugt. Sostatt fáa Jógvan og co. umbidna úrslitið. Fólkið fær samlaða kostnaðin og eitt væltilrættalagt spark við heilsanini: Tit mugu smyrja tykkum við, at tað eru vit, ið hava buktina og báðar endarnar, og tað eru vit, ið avgera, hvat ið er rætt ella rangt. Alt annað er vónleyst gykl.

Dagfinnur Danbjørg.