Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Dahl fyribils settur skúlastjóri á Venjingarskúlanum

Skúlastjórin í Venjingarskúlanum seinastu seks árini, Petur Ove Petersen, hevur ynskt at fara frá við eftirløn frá 1. oktober 2013. Í hesum sambandi hevur Mentamálaráðið gjørt av at konstituera Jógvan Dahl, varaskúlastjóra, sum skúlastjóra á Venjingarskúlanum.

Tórshavnar kommuna arbeiðir í løtuni við skúlabygnaðinum í kommununi, og ein setan av nýggjum skúlastjóra eigur at taka hædd fyri hesum. Mentamálaráðið hevur avrátt við Tórshavnar kommunu um at bíða við at lýsa skúlastjórastarvið leyst til henda viðgerðin er liðug - væntandi seinni í heyst.