Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Arge uttan politiska ávirkan í Tórshavnar býráð

Jógvan Arge ger í grein fyrr í dag nøkur illsinnisgleps eftir mær í sambandi við eitt innslag í Rás2, har eg sum býráðslimur sóknist eftir einari skattalækking í Tórshavnar Kommuni í sambandi við gerð av fíggjarætlanini fyri 2015.

Eg kann upplýsa fyri Jógvan Arge, at als ongar politiskar bindandi semjur eru gjørdar um fíggjarætlanina 2015 hjá Tórshavnar Kommunu. Eg eri, sum onnur frítt stillaður at koma við uppskotum um innihald í fíggjarætlanina fyri 2015.

Eg fari framhaldandi at virka fyri, at borgarar í Tórshavnar Kommunu hava tað so gott sum gjørligt og hetta kann m.a. gerast við at veita skattalættar, sum pláss er fyri á fíggjarætlanini 2015 og uttan, at nakrar av kommununalu tænastunum verða ávirkaðar, hvørki uppá styttri ella longri sikt. Ongantíð betur, at vit kunnu halda eitt varandi lágt skattastøðið og samstundis tryggja vælferðina.

Sjálvgjørt er vælgjørt. Tað at Jógvan Arge soleiðis gevur eitt bakspark er onki annað ein reaktión uppá, at hann saman við øðrum tjóðveldisfólkum í býráðnum er settur uttan politiska ávirkan – hví?

Eg kenni tær demokratisku spælireglurnar í samgonguni og veit eisini, at talan ikki er um at fáa alt ella onki, men at gera semjur og føra realpolitikk. Verandi samgonga hevur eitt gott samstarv og hetta ítøkiliga málið kemur ikki at snúgva seg um nakað brot á samgonguna. Vit í samgonguni skulu sjálvandi tola at viðgera øll týðandi mál – eisini skattalættar til fólkið.

Jógvan Arge kundi kanska hugsa sær eitt minniluta-diktatur í býráðnum, men tað fær hann ongantíð undir verandi samgongu.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar kommunu fyri Sambandsflokkin