Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Arge heldur fram við at geva bakspark

Fíggjarætlanararbeiðið
Sitandi varaborgarstjóri gevir ilt av sær um framløgdu fíggjarætlanina fyri 2017.

Hví tað Jógvan? Tú hevur ikki atkvøtt fyri nakrari fíggjarætlan og tú kom heldur ikki við einari alternativari fíggjarætlan, har tú kundi vísa á, hvat tú vildi.

Nei, tú velur heldur at láta sum tú ert sannleikin og tann rættvísi, men er tað nú soleiðis?

Tú hevur sitið sum varaborgarstjóri og staðið í fremstu røð, tá myndir, snórar, fløg skulu loysast oman av. Eisini hevur tú staðið ovast á potinum og handað steyp og annað, sum skattgjaldarin hevur goldið, tá er alt ok. Men at vera við at taka tey tøk, sum eru grundalag undir tí tú handar - nei, tá knúskar tú meirilutan. 

Tá snórar skulu klippast ella fløg loysast oman av, tá sæst og hoyrist tú.

Fráfarandi meiriluti hevur onga grund at kasta grús í maskinaríðið. Vit leggja eina fíggjarætlan og samtykkja hana, tí tað er okkum álagt. Vit, sum sita eru vald og sita til 31. des 2016.

Forsvarlig skattalækking 
Vit lækka kommunuskattin, tí vit skulu ikki taka væl meira inn í skatti, enn vit brúka í einum fíggjarári. 

Men, tá Fólkaflokkurin nú knappliga hevur boðað frá einum skattalætta uppá minst 2-4% og Framsókn vil niður á 16%, so er vandi á ferð á vælferðaøkinum, og tað vilja vit fyribyrgja, við at vísa mátahald. 

Væl rikin kommuna
Vit hava uppraðfest eldraøkið við 8 mió.kr. árliga, og uppraðfestingar á ansingarøkinum, og aðrar uppraðfestingar innan kloakkir, viðlíkahald av bygningum o.s.fr.

Tórshavnar Kommuna hevur við ársenda eina skuld uppá 76 mió. kr. og hevur samstundis í løtuni ein tøkan pening uppá 80 mió.kr. Hetta vísir greiit, at vit levera til nýggja býráðið eina kommunu og ein kommunukassa, sum er sera væl fyri – longur er tann søgan ikki. 

Tá tú endurtekur, at vit gera fortreð, ja so endurtekur tú teg sjálvan og tað, sum tú hevur staðið á odda fyri seinastu 2 árini - at liggja uppá lúr, ikki taka støðu og annars bara smoyggja tær undan.

Tú hevur sitið við valdið í 10 ár, har tú sat sum formaður í Mentamálanevndini í 8 ár. Tú var partur av breiðu samgongu í 2 ár, hví hevur tú t.d. ikki bygt Musikkskúlan? Tú hevur sitið við valdið í 10 ár tilsamans.

Jógvan, títt eftirmælið verður ivaleyst ein, sum bara tosaði og skrivaði nógv um trupulleikar í Tórshavnar Kommunu, men sjálvur ikki handlaði og skapti nøkur politisk úrslit.

Annfinn Brekkstein 
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu