Jógvan Arge heilsaði flogbóltskvinnum
Tær ungu føroysku flogbóltskvinnurnar fingu eina góða byrjan í evropeisku flogbóltskappingini fyri U 18 landslið, sum verður spæld í høllini á Hálsi í Havn.
Føroyar spældu í kvøld sín fyrsta dyst móti Írlandi og vunnu við trimum settum móti ongum. Eftir eina heldur slaka byrjan kom føroysku genturnar fyri seg, og sum fráleið var ongin ivi um, at tær vóru betri enn írsku genturnar.
Seinnapartin spældu hini bæð liðini í kasppinginui Liktinstein og Luksembourg. Hendan dyst vann Liktinstein 3-0. Í annaðkvøld klokkan 19.30 spæla føroysku kvinnurnar móti Liktinstein.
Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn, setti kappingina beint undan góða dystinum hjá føroysku kvinnunum. Hann fegnaðist um, at Flogsambandið hevur boðið sær til at skipa fyri hesi altjóða kapping, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum.
- Tórshavnar kommuna fegnast um framfýsni og álvaran í føroyskum flogbólti, og vit vóna at skipað verður fyri fleiri slíkum altjóða kappingum í Føroyum í framtíðini. Tað er leiðin fram, segði hann.
Tvey tey bestu liðini í kappingini fara víðari tilendaspælið í europameistarakappingini fyri U 18 kvinnur, sum verður á Kýpros í vár. Føroysku kvinnurnar hava enn møguleikan, men úrslitið veldst um, hvussu tær standa seg móti Liktinstein og Luksembourg fríggjadagin og leygardagin.