Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jógvan Arge átti at tikið ábyrgd !

Tá menn fara eftir manninum, heldur enn eftir bóltinum, plagar tað ofta at vera tekin um, at sinni er komið í, tí teir ikki megna at spæla bólt á sama støði sum mótstøðuliðið. Sama tykir mær at vera her: Nú ið grundgevingarnar ímóti at byggja havnarlagið út eftir teirri væl fyrireikaðu verkætlan, sum eisini Jógvan Arge áður hevur arbeitt fyri, eftir øllum at døma eisini sýnast honum sjálvum at vera bæði fáar og veikar, velur hann at seta spurnartekin við trúvirðið hjá vinnunevndarformanninum í staðin.

Jógvan Arge hevur sum sagt tikið undir við málinum til nú fyri kortum, og hann veit fullvæl, at fleiri alternativ eru kannað, og hann veit eisini at kanningar, ið gjørdar eru í hesum máli – eins og allar slíkar kanningar verða gjørdar av uttanveltaðum serfrøðingum, og ikki – sum Jógvan Arge hevur hug at snara tað til – av vinnunevndini ella formanninum í vinnunevndini. 
Men rætt er tað, at vinnunevndin eigur avgerðina at mæla býráðnum til, hvørja loysn vit skulu velja, meðan tað er ábyrgdin hjá øllum býráðslimum at taka avgerðir um loysnir á tí grundarlagi, sum serfrøðin mælir til og sum tæna kommununi best, bæði nú og í framtíðini.

So stórar avgerðir sum hendan fara ongantíð at kunna tekkjast øllum. Tí er okkara uppgáva sum býráðspolitikarar at tryggja okkum, at málið og valkostirnir eru so væl lýst, sum neyðugt og ráðiligt er. Vit skulu tryggja okkum, at allar mannagongdir verða fylgdar, og síðani at skera ígjøgnum, og tryggja, at tey tøk verða tikin, sum takast skulu, soleiðis at býráðið ger tað sum tað kann og skal, til tess at tryggja lív, framburð og trivnað í kommununi.

Jógvan Arge veit, at vit HAVA kannað alternativar loysnir, men at tær eru blivnar sleptar aftur tíðliga í tilgongdini, tí at alt bendi á, at á Sundi hevði loysnin blivið verri og ótryggari, og á Gulanum hevði loysnin blivið góð, men heilt munandi dýrari. Hann veit, at hetta er grundin til, at eg sigi, at eg vænti at nýggjar kanningar viðvíkjandi loysnini á Gulanum fara ikki at broyta nakað.
Hinvegin er meirkostnaðurin av at gera slíkar kanningar ikki stórur í mun til verkætlanina. Tí er tað ikki heilt nyttuleyst at gera tær kanningarnar, um tað kann vera við til at tryggja størri frið um verkætlanina. – Og skuldi tað fullkomiliga óvæntaða hent, at nýggju kanningarnar fara at vísa nakað heilt annað, ja so hava vit eitt nýtt grundarlag at taka støðu á. 

Tað er annars ikki sørt manipulerandi, tá Jógvan Arge skrivar, at skattaborgarin í Tórshavnar kommunu so ella so heftir fyri útbyggingina. Jógvan Arge veit fullvæl, at tað eru inntøkurnar sum virksemið á Tórshavnar havn skapar, ið kemur at rinda útbyggingina. Eingin króna verður flutt úr kommunukassanum í Tórshavnar havn, eins og eingin króna heldur verður flutt úr Tórshavnar havn í kommunukassan. – Soleiðis er tað, soleiðis hevur tað verið í nógv ár, og ongar ætlanir eru um at broyta hetta ! Tað veit Jógvan Arge.

Eg eri samdur við Jógvan Arge í, at virksemið ferðavinna og góðshavn skal skipast sundur, og tað er júst tað, sum uppskotið hjá býráðnum snýr seg um. Men at tað er best at flyta tað sundur í tvær ymiskar havnir eru vit als ikki samdir í – tvørtur ímóti, so hevði tað ikki verið nøkur góð loysn rakstrarliga, tí tá hevði hvørki havnarøkið blivið gagnnýtt optimalt, og heldur ikki starvsfólkatilfeingið.

Eg veit væl, at tað kann vera freistandi at útnevna seg sjálvan til stríðsmann móti onkrari stórari verkætlan, tí tað er púra givið, at soleiðis vinnur tú altíð undirtøku frá einum parti av fjøldini, men tað hevði klætt einum manni við Jógvansa gávum, vitan og innliti betri at hildið seg til veruligar grundgevingar. – Ella betri enn: At komið við aftur at hjálpa okkum at føra hesa megnar verkætlan á mál. Hann kennir hana, tí hann hevur verið við til at arbeiða fyri henni. Og eg hevði fegin viljað hildið fram við at arbeitt saman við eisini Jógvani um at fremja hetta stóra, víðskygda mál, sum fer at hava so stóran framburð við sær, bæði fyri kommununa og landið.

Sjúrður Olsen
Formaður Vinnunevndini