Jógvan Arge 65
17. juni er ein av døgunum í gregorianska álmanakkanum, sum hevur hýst fleiri stórum hendingum. Stóra franska kollveltingin byrjaði hendan dagin í 1789. Fransmenn sigldu hendan dagin í 1885 inn í havnina í New York við Frælsisguðinnuni og júst hendan dagin í 1944 boða íslendingar, grannarnir í útnorði, frá, at teir hava loyst frá Danmark og sett á stovn sína egnu Republikk. Júst trý ár seinri – á Bótolvsmessu í 1947 - verður ein drongur borin í heim í Føroyum, annað barnið hjá teimum báðum Niels Juel Arge úr Tórshavn og Petru Arge, fødd Gregersen, úr Syðrugøtu. Seinri, í skírnini, verður hann uppkallaður eftir abbanum í Gøtu. Jógvan Arge er maðurin, ið fer um 65 ára hvarvið sunnudagin. Kendur í Føroyum og uttanlanda í fleiri høpum.
Hendan dagin kundi tað ikki lesast á stjørnuhimmalinum, hvør framtíðin og lagnan skuldi gerast hjá hesum nýfødda dreingjabarninum, sum sleit sínar barna- og tannáringarskógvar á Tinghúsvegi 55 (nú 59), har mamma hansara framvegis húsast einsamøll, hóast hon av álvara er farin at tátta í tey níti árini. At vitið var bjart og minnið óvanliga gott, kom ikki frá fremmandum, og hóast hann gjørdi ein sildatúr við kenda skiparanum Óla Hansi Olsen í Gøtu, í sekstiárunum, so gjørdist tað skjótt greitt, at tann lutfalsliga nýggi útvarpsmiðilin skuldi gerast verkliga lívsrásin hjá Jógvani. Føroyingar vóru í 50-árunum umvegis politisku skipanina so mikið at sær komnir, at teir settu á stovn tjóðlaðingarstovnin Útvarp Føroya. Og tað er neyvan ov dýran tikið til, at hetta er eitt tað størsta mentanarliga bragdið, sum framt er her á landi.
Mentanarikonið Aksel Tórgarð stjórnaði frá byrjan, men táið hann valdi at uniformera seg í kjóla og kraga og halgaði guðfrøðini og øðrum mentanararbeiði sítt óvanliga virkna lív, varð Niels Juel settur stjóri í loftborna miðlinum. Ongin ivaðist í hvør stjórin var og heldur ongin ivaðist í hvat hesin stjórin ætlaði og vildi við stovninum. Tað snúði seg bara um at menna føroysku tjóðina á øllum mótum. Hetta varð tjóðlaðingarstovnurin burturav, og ivasamt er, um nakar er førur fyri at gera greiði fyri, hvussu ovurhondsstóran leiklut Útvarpið hevur havt fyri føroyskt mentanarlív og ikki minst fyri málsliga førleikan hjá okkum, sum eru vaksin upp saman við hesum stovni, og sum brúka hann sum mennara og til dagdvølju hvønn Guðsskapta dag á árinum.
Vit, sum meira og minni hava havt okkara dagligu gongd ovarlaga á Tinghúsvegnum, vita, at gamli húsharrin hevði eina óvanliga greiða og magnfulla visión við stovninum, sum hann var stjóri fyri, og at alt annað mátti víkja fyri hesi kreddu. Útvarpið og kringumstøður tess vóru samrøðuevnið við døgverðaborðið, í urtagarðinum og táið vit tóku okkum meira av løttum. Altíð og stund. Tíðum kimaði telefonin í gongini, tá vóru allar grindir latnar aftur, og harrin í húsinum fór einsamallur í holt við klientin, oftani var tað onkur rættiliga rísin politikari, sum ikki var nøgdur við handfaringina av eini tingviðgerð, ella tíðindaflutninginum frá politiska pallinum, men ongantíð sóðu vit farran av, at tann nú legendariski útvarpsstjórin boygnaði. Tvørturímóti. Líkamikið hvør ið hevði fingið ilt í afturpartin av tí, sum stovnur hansara hevði borðreitt við, so slapp subjektiviteturin ongantíð at sigra á objektivitetinum. Útvarpið var og skuldi vera stovnurin hjá fólkinum og ikki hjá ávísum áhugamálum í samfelagnum.
Jógvan sat á fyrstu parkett, og tað fekk illa verið annað enn, at hann varð sogin inn í hetta umhvørvið, allur sum hann var. Nýmálsligt studentsprógv fekk hann úr Hoydølum í 1966 og árini eftir hetta, frá 1967-1970, varð hann avlærdur sum journalistur frá hinum gitna Ritzaus Bureau í Keypmannahavn. Frá hesi tíðini minnast tey flestu, at hann varpaði út frá ferðini, táið amerikumenn á fyrsta sinni lendu á Mánanum. Sent umvegis Útvarpið, har Niels Juel og hansara menn sótu og fingu allar træðrirnar flættaðar saman soleiðis, at føroyingurin, sum onki sjónvarp hevði, so “visuelt” sum gjørligt kundi fáa eina hylling á, hvat leikaði á harúti í rúmdini. Sjálvur gloymi eg ongantíð hesa hendingina av tí einfaldu orsøk, at vit báðir Magni sótu sum óvitar í studio´num á Bryggjubakka og fylgdu gongdini, táið amerikumenn vunnu sín fyrsta veruliga sigur í rúmdini mótvegis tí nú rapaða Sovjetsamveldinum.
Heimafturkomin av flatlondum gjørdist hann programmedarbeiðari í Útvarpi Føroya. Hetta var 1. januar 1970. Hann virkar framvegis á stovninum, og hevur hesi árini verið eitt nú tíðindaleiðari, programmleiðari, varastjóri og onkuntíð virkandi stjóri. Einaferð helt ein nýsettur og nú farandi stjóri, at brúk var ikki fyri honum longur, men hetta spældi ikki væl av. Tað gjørdist nærum eitt fólkakrav, at maðurin, sum trúgvur og áhaldandi hevði kveikt og ment teimum mergin og hvest teimum vitið við tíðindum, reportasjum og samrøðum, var settur í starvið aftur, - og tað bleiv hann. Tíbetur siga tey flestu, sum eftir tað hava lurtað eftir eini perlurøð á tráði av samrøðum við frásøgufólk, sum onkursvegna hava tað serliga álitið á útvarpsmanninum og hansara fyrireikingum, at tað oftani kennist sum list á høgum støði, táið sagt verður frá. Hartil eru hetta ómissandi virðir fyri eftirtíðina, táið granskarar og onnur fara at skoða aftur í tíð eftir málsligum førleika, mentanarligum tæri og fólksins hugsan í okkara tíð.
Málsligi agin í Útvarpinum var strangur. Tað man hava verið ógvuliga umráðandi, táið fólk vórðu sett í størv á stovninum, at málsliga kálvføðingin var í lagi. Við tíðini gjørdist Útvarpið ein málsligur “skúli”, og í dag hoyrist hann serliga væl aftur hjá eitt nú Jógvani og Johnsigurði Johannesen í Sjónvarpinum. Onki roks, ongin óneyðugur rómi í setningunum, tað ræður um at tosa við fólkið í eygnahædd. Borðreiðingin av dagsins teksti skal vera so einføld og røtt sum yvirhøvur gjørligt. Hetta gongur eisini aftur í øllum bókunum Jógvan hevur givið út um føroyingsins lív og virki. Finnbogi Ísakson, sáli, segði mær einaferð, at mesta málsliga førleikan hevði hann frá gamla útvarpsstjóranum og frá at hava sitið undir hjá skyldfólkunum norðuri á Nesi – á Trøllanesi. Hvussu ræði tað lá fyri hjá honum, eisini sum politikara, at tosa og greiða eitt mál, við at vera serliga umhyggin og vandin í tí málsliga høpinum, er eisini legendariskt.
Objektivitetur er eitt nógv nýtt orð í tíðini. Í tíð og ótíð leypa eitt nú politikarar og viðhaldsfólk teirra á journalistar og díkja hesar undir við ókvæmisorðum um tað øvuta av objektiviteti – subjektivitetur. Havi ikki hoyrt Jógvan Arge nevndan í hesum sambandi, hóast hann kom inn á tíðindapallin í eini broytingartíð, tá megin spakuliga dragnaði hjá politisku bløðunum og Útvarpið í alt størri mun fór undir at flyta fólkinum tíðindir frá politiska pallinum og handan leiktjøldum hansara. Føroyar vóru eisini í eini broytingartíð á mongum økjum hesa tíðina, táið Jógvan avlærdur var heimaftur komin. Tað ráddi um at halda fast um journalistiska integretetin og stoltleikan, tá fløktir spurningar skuldu flýggjast fólkinum, eitt nú í EEC-málinum, undir útróðrarverkfallinum, táið fiskimarkið varð flutt út, táið bilateralar fiskivinnusamráðingar vóru á skrá etc. Helst hevur hann hildið seg seg dygst við metodurnar, sum lærumeistararnir hava lagt honum eina við á Ritzaus Bureau. Annars hevði hann neyvan staðið heilaga journalistiska objektivitetinum kurl, tí í hesum sama hami fanst eisini eitt politiskt hjarta.
Tjóðskaparliga kálvføðingin kemur úr báðum leggum, og longu í 1965-66 er hann nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum. Hann stillaði upp til løgtingsval á fyrsta sinni fyri Tjóðveldisflokkin í 1978, fekk val av atkvøðum, men rakk kortini ikki tinggáttini ta ferðina. Árini 1984-87 var hann nevndarlimur í Pf. Blaðstarv, sum gav floksblaðið 14. September út, og í 2001 varð hann valdur í Tórshavnar býráð, og har situr hann enn fyri Tjóðveldi. Í árunum 2002-04 var hann eykamaður á Føroya løgtingi og á valinum í 2004 fingu teir tríggir Jógvan Arge, Rói Egholm og Finnur Helmsdal, sáli, nógmikið av atkvøðum til at gerast umdømisvaldir tingmenn. Teir fingu nevnliga effinett sama atkvøðutal í Suðurstreymoyar valdømi og í lutakastinum vann Finnur Helmsdal valið og Jógvan valdi eftir hetta at brúka politisku orku sína í Tórshavnar kommunu, og táið 65 ár ikki er nakar aldur longur, vænta tey flestu, at hann tekur eitt tørn afturat í grótbygninginum á Vaglinum, sum skyldmenn hansara laðaðu havnarmonnum fyri so mongum árum síðani. Eins og í øllum lutum er hann eisini serliga væl fyrireikaður og avvigaður tá vit hoyra frá honum í býráðsregi, og teir sum eg havi tosað við, bæði í samgongu og í andstøðu, lata heilt væl at honum sum samstarvspartnara.
Jógvan er elsta dreingjabarnið í Gøtu-streinginum, og tí hevur hann altíð havt ein serligan status, táið vit, nøkur ella øll, hava hitst í ymsum høpum. Ein nestorur, sum verður spurdur til ráðs, táið tað stendur á stórviðinum. Og góður hevur hann mangan verið í ávikum. Við hesum fari eg at takka tær fyri eitt lívlangt vinalag og ynskja tær mong góð ár afturat – eisini í politikkinum og ikki minst sum tann fólkakæra røddin í nationalu útvarpsrásini. Hjartaliga tillukku við 65 ára degnum.
tj-.